Nú koyra bara elbussar í Roskilde

20 nýggir elbussar vórðu í gjár tiknir í nýtslu í Roskilde kommunu. Roskilde er sostatt fyrsti býurin í Danmark, har allir bussarnir eru elbussar. Bussarnir eru framleiddir í Kina.


Tað er bussfelagið Umove, sum vann útbjóðingina, og sum komandi 12 árini skal syrgja fyri bussferðsluni í Roskilde kommunu. 

Brian Sundberg, sum er ein av teimum hjá Umove, ið hevur arbeitt við verkætlanini, sigur, at teir hava valt at keypa hesar bussarnar frá kinverska framleiðaranum Yutong. Felagið framleiðir hvørt ár 75.000 bussar, og tilsamans koyra 400.000 elbussar frá Yutong um allan heimin. 99 prosent av øllum hesum elbussunum koyra í Kina.

Bussarnir í Roskilde hava árliga koyrt 1,3 milliónir kilometrar. Nú bussarnir broyta orkukeldu frá diesel til el, sparir kommunan 1.400 tons CO2 árliga.

##med2##

Løða um náttina

Tað eru 12 battaríir í hvørjum bussi, sum tilsamans gevur 374 kilowatt tímar. Hetta merkir, at teir kunnu koyra millum 250 og 300 kilometrar upp á eina løðing. Tað er bara tann eina bussrutan, ið koyrir fleiri kilometrar um dagin, og tí verður neyðugt at skifta bussin um dagin á hesari rutuni. Allir hinir bussarnir verða løddir um náttina. Men um neyðugt, so eru eisini eyka bussar, sum kunnu fara í rutu.

Elbussarnir eru eitt sindur øðrvísi at koyra enn dieselbussar. Ferðin økist skjótari, og bussurin steðgar skjótari, tá ið trýst verður á bremsuna. Bussarnir geva eisini minni óljóð frá sær.

Bussførarnir hava vant seg at koyra við nýggju bussunum. 

 

Føroyingar áhugaðir í elbussum

29. apríl fer eitt ferðalag úr Føroyum við 20 fólkum til Roskilde at síggja og royna hesar elbussarnar og at fáa meira at vita um verkætlanina. Í føroyska ferðalagnum vera millum annað Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við orkumálum, umboð fyri SEV, Strandfaraskip Landsins, borgarstjórarnir í Havn, Runavík og Klaksvík eins og umboð fyri aðrar kommunur. 

Tað er Johan Mortensen, konsulentur, og Árni Jakobsen, stjóri í SMJ, sum skipa fyri ferðini.