Nú lata barrir og dansistøð kanska upp aftur í Havn

Vit hava ikki hug til at lata upp, men støðan er ring, sigur diskotekseigari í Havn

 

 

Nú verður tað kanska ikki so leingi til fólk aftur sleppa í dans og á barr í Havn.

Í øllum førum eru tey, sum vara av náttarlívinum, farin at tosa um at lata dansistøð og skeinkistøð, upp aftur.

Remy av Kamarinum, sum hevur støðini, Taboo og Basecamp í miðbýnum í Havn, sigur, at tey hava eisini tosað um, nær tey skulu lata upp aftur, men tað hevur hann ikki hug at siga nakað nú, tí heilt endalig støða er ikki tikin.

– Men tað verður í hvussu so er ikki hetta vikuskiftið, sigur hann.

Hann sigur, at tá ið tey nú tosa um at lata upp aftur, er tað ikki við góðum huga, at tey gera tað.

Men korona - tilmælið frá myndugleikunum um at lata matstovur, dansistøð og náttklubbar aftur, er ein so dyggur fíggjarligur smeitur, at tey føla seg kroyst at lata upp aftur, sigur hann.

Og tað væntar hann, at tey, sum vara av hesum ymsu støðunum, fara at gera eina felags avtalu um, so at øll lata upp aftur í senn.

– Vit hava mist hundrað prosent av inntøkunum, og fáa í mesta lagi 75 prosent av útreiðslunum úr hjálparpakkanum hjá Løgtinginum, sigur hann.

– Tí eru vit í eini heilt serligari støðu afturímóti fleiri av matstovunum, sum framvegis selja mat til fólk at taka heim við, ella tær koyra mat heim til fólk, og sostatt hava tær, hóast alt, nakað av inntøku, men vit hava mist alt – og tað kann ikki ganga so leingi afturat.

Hann sigur, at sostatt er fíggjarligi missurin sera stórur, so skal tað vera lukkað leingi afturat, fara tey á heysin.

– Sjálvur havi eg tvey dýr leigumál mitt í Havnini, og mínir lummar eru ikki djúpir, sigur Remy av Kamarinum.

– Vit hava lítlan hug at lata upp aftur, tí akkurát sum øll onnur, vilja vit helst hava korona burturbeint.

– Men vit vit eru hart kroyst fíggjarliga, og tað er ómetaliga svárt at hugsa sær, at vit bara skulu yvirgeva okkum og lata okkum fara á heysin, púra sjálvboðið, sigur hann.

Og tá ið hann sigur sjálvboðið, sipar hann til, at tað er einans eitt tilmæli frá myndugleikunum, at tey skulu hava stongt, ikki eitt krav.

– Vit kundu heilt avgjørt hugsa okkum, at myndugleikarnir høvdu greið boð til okkum, so at vit antin kundu havt opið, ella at vit fingu forboð fyri at hava opið, sigur Remy av Kamarinum.