Nú letur fyrsta matstovan í Havn upp aftur

Tey fara at hava passaliga langt ímillum borðini – men tað verða fleiri enn 10 fólk inni ísenn

 

 

Vit hava fingið at vita, at tað er í lagi, sigur Rúni Djurhuus, matstovueigari

Vit hava fingið at vita, at tað er í lagi, sigur Rúni Djurhuus, matstovueigari

Nú letur tann fyrsta matstovan upp aftur í Havn, eftir at alt slíkt virksemi hevur ligið at kalla steindeytt í nakrar vikur nú fyri at forða fyri at korona breiðir seg.

Matstovur vóru eitt tað fyrsta, sum lótu aftur og síðani hava tær bara gjørt mat til fólk at taka heim við.

Men nú sigur Rúni Djurhuus, sum eigur matstovuna, Angus, í Havn, at hann fer at lata upp aftur fríggjadagin og tá kunnu fólk aftur sessast í matstovuna at fáa sær ein bita, sum vanligt.

Í royndunum at forða fyri at korona breiðir seg, hava myndugleikarnir mælt til at tað eru minst tveir metrar ímillum fólk, og at fólk ikki savnast í bólki, sum eru størri enn 10 fólk.

Rúni Djurhuus sigur, at hetta hava tey hugsað um, nú tey lata upp aftur – men tað verða yvir 10 fólk inni ísenn, sigur hann.

Vanliga er pláss fyri 50 fólkum á matstovuni, men nú verða nøkur borð tikin burtur, so at pláss verður fyri einum 30 fólkum ísenn.

Tað merkir, at tað verður longri ímillum borðini enn vanligt er, og annars verður spritt til taks til fólk at spritta sær um hendurnar við, sigur hann.

Rúni Djurhuus sigur, at hann hevur fingið at vita frá serlækna, at gera tey soleiðis, er tað forsvarligt at lata upp aftur.

Annars sigur hann, at hann hevur havt ein øgiliga stóran miss á korona-kreppuni, tí sølan er ikki meiri enn ein fimting av tí, hon plagdi vera.

Hjálparpakkarnir, sum Løgtingið hevur gera avgjørt mun, men eru verri enn so nokk til at dekka tapið, leggur hann afturat.

Vit hava fingið at vita, at tað er í lagi, sigur Rúni Djurhuus, matstovueigari