Nú skal Hov eita Hou

Danski býurin skal skifta navn, stendur tað til borgararnar í býnum, sum júst hava atkvøtt um navnabroyting

(Mynd: Ernst van norde © Scanpix)

(Mynd: Ernst van norde © Scanpix)

Fyri stuttum var stórt trætumál í Føroyum um, hvørt stóra bygdin í Eysturoynni skuldi eita Skálafjørður ella Skálabotnur - navnið bleiv til Skálafjørð.

Nú hava tey trætast um eitt líknandi mál í Danmark um ein lítlan bý, sum liggur í Odder Kommunu. Navnið verður vanliga stavað “Hov”, men á fleiri skeltum verður býurin stavaður “Hou”. Borgarar hava nú atkvøtt um býurin skal eita “Hou” ella “Hov”. 

Ein greiður meiriluti atkvøddi fyri, at býurin skal eita Hou, eins og mann stavaði navnið á býnum fyrr.

Umleið 1500 høvdu møguleika fyri at atkvøða. 844 borgarar settu X við "Hou", meðan 49 settu X við “Hov”. Atkvøðugreiðslan er vegleiðandi, og skal vera við til at vísa, hvat borgararnir vilja hava býin at eita.

##med2##

(Mynd: Ernst van norde © Scanpix)