Nú sleppa vit kanska at drepa grind aftur

Men tað verður lættari at skipað grindadrápið á pappírum enn tað verður í veruleikanum, heldur sýslumaður

 

 

Nú sleppa føroyingar kanska at drepa grind aftur, eftir at tað ikki hevur verið loyvt nú í meiri enn tríggjar mánaðir.

Síðani korona fór at ganga tíðliga í mars, eru vit nevniliga ikki sloppin at drepa grind, tí sýslumenninir kring landið hava mett, at tað var heilt ómøguligt at halda tilmælini um korona í eini grind.

Her verður hugsað um tilmælini um, hvussu nógv fólk kunnu verða savnað á einum stað, og hvussu langt frá vit skulu vera frá hvørjum øðrum.

Tað varð ein avgerð, sum allir partar tóku undir við, eisini Grindamannafelagið og landsstýrismaðurin á økinum,  Jacob Vestergaard.

Men hetta er so ein støða, sum er komin væl við hjá granskarum, tí hesa tíðina, forboðið hevur verið í gildið, hevur tað eydnast teimum at fáa tvær grindir at merkja ístaðin fyri at tær hava verið hildnar til.

Men nú hava Føroyar verið korona fríar í í nógvar vikur, og samstundis eru koronatilmælini alsamt linkað. Og í tí sambandi hava røddir so eisini verið frammi um, at forboðið ímóti at drepa grind eigur at verða endurskoðað, tí sum støðan er nú, eigur tað at bera til at halda tilmælini, sum tey nú eru.

Tilmælini nú, eru, at vit skulu vera í mesta lagi 100 fólk saman - men tað skal vera við frástøðu.

Og tað er nettupp tað, myndugleikarnir nú fara at gera. Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum og í Eysturoy, sigur, at samband hevur verið ímillum partarnar í telefon og fyrst í næstu viku fara teir á fund at tosa saman um støðuna.

Har fara teir at endurskoða forboðið fyri at drepa grind og um tað skal takast av, ella ikki. Men sjálvur heldur hann, at skulu tilmælini um korona haldast, verður tað lættari sagt enn gjørt, tí skal grind haldast til, má tað skipast væl.

– Tað letur seg væl gera á pappírinum at skipa tað, men eg vænti, at tað verður straks verri í veruleikanum, heldur hann.

Hann sigur, at skal grind haldast til, skal talið á teimum, sum eru í drápinum avmarkast, umframt at viðurskiftini í sambandi við merkingina, og tá ið seðlarnir skulu koma út, og eisini sjálva uppskeringina, skulu skipast væl.

– Spurningurin er, hvør tað verður, sum fær til uppgávu at halda vakt og syrgja fyri, at tað ikki kemur ov nógv fólk á grindaøkið, leggur hann afturat.