Nýggi vognurin á bedingini ger tað sera ómakaleyst at koyra skipið ella tvíkiljuna beinleiðis av bedingini og inn í høllina. Bátar og skip, sum hava eina breidd upp í 10 metrar, kunnu koma inn í høllina, sum er 30 metrar til longdar.
Innandura eru umstøðurnar góðar at sandblása, metalisera og mála skip ella tvíkiljur – eins og gera vanligar umvælingar. Í høllini eru stórir traverskranar, sum ger tað lætt at skifta eitt nú motorar.
Høllin er klár at taka í nýtslu í hesu vikuni.
##med3##
##med2##