Nýgift doyði í royndini at koma til gamlan buss

Bókin og filmurin Into The Wild hava gjørt ein gamlan buss kendan. Hann stendur í oyðini í Alaska, og fleiri ferðandi royna at koma sær fram til bussin, men tað er ikki vandaleyst.

Nú er ein nýgift kvinna deyð í royndini at koma fram til bussin, meðan maður hennara hugdi at.

Veramika Maikamava úr Hvítarusslandi royndi hósdagin at koma yvir ánna Teklanika saman við manni sínum Piotr Markielau, alt í royndini at koma fram til kenda bussin.

Men sterki streymurin í ánni tók tey á bóli.

Maðurin kundi onki gera, bert hyggja, meðan streymurin tók konuna og hon hvarv í ánni. Flóð var orsakað av nógvum avfalli. Tá hann fekk konuna upp úr ánni, einar 30 metrar frá har hon hvarv, var ov seint, hevur hann greitt løgregluni frá.

Kvinnan náddi ongantíð fram til Fairbanks Buss 142, ið gjørdist kendur í bókini frá 1996  og filminum Into The Wild frá 2007.

Søgan byggir á veruliga hending. Eftir at hava fingið prógv á lærda háskúlanum í 1990, fór 22 ára gamli Christopher McCandless frá lætta lívinum í ríka útjaðaranum av Washington DC, og fór á ferð í Norðuramerika, uttan at vinir og foreldur kendu ætlan hansara.

Í 1992 náddi hann Alaska, eftir at hava tumlað. Hann varð settur av við Stampede Trail, einar 300 kilometrar norðanfyri Anchorage. Nakrar dagar seinni fann hann gamla bussin, og helt til har í 3 mánaðir. Í juli í 1992 ætlaði hann at venda heim aftur.

Men sum hjá hvítarussisku kvinnuni, gjørdist Teklanika áin lagna hansara.

Tá McCandless kom til ánna, mátti hann geva upp, tí flóð og streymur gjørdu tað ógjørligt at koma sær á hin áarbakkan.

Hann vendi aftur til gamla bussin, har hann doyði ein góðan mánað seinni.

Bókin og filmurin hava gjørt bussin kendan, og mong royna at koma sær til bussin. Og tað kemur meira enn so fyri, at fólk verða bjargað, eftir at vera komin illa fyri í royndini at koma sær fram til bussin, og í 2010 druknaði ein persónur í royndini.