Nýtt slagorð ávegis; What happens in Vegas...

Býurin Las Vegas sigst hava eitt av heimsins kendastu herrópum ella slagorðum.

What happens in Vegas, stays in Vegas.

Orðini eru heimskend, og hava verið tað síðani byrjanina av nullunum. Og hesi árini hava ferðandi í hópatali leitað sær til Las Vegas fyr at halda sær á gaman.

Men nógv bendir á, at orðini nú gerast søga, og annað kemur ístaðin.

Ferð kom á slaturið, tá sangarin í Aerosmith, Steven Tyler, undir einari konsert í Las Vegas herfyri rópti á pallinum tað, sum minnir um nýtt herróp. Hetta gjørdi hann nakrar ferðir, meðan eitt sjónvarpslýsingarlið filmaði.

- Tá eg rópi ”What happens here”, so svara tit “only happens here”, segði Steven Tyler við áhoyrarafjøldina, og hetta gjørdi hann fýra ferðir.

Aðrar stjørnur við tilknýti til Las Vegas, eittnú Shania Twain og Gwen Stefani, hava havt líknandi hendingar, har tað sum minnir um lýsingar upptøkur eru farnar fram. Og fleiri av stjørnunum hava á sosialum miðlum givið ábendingar um, at tann 26. januar komandi ár hendir okkurt, og at vert er at hava eygu og oyru opin.