Obama droymir seg ikki aftur til Hvítu Húsini

Barack Obama droymir ikki um at gera comeback í Hvítu Húsunum og vil heldur hugkveikja framtíðarinnar leiðarar.

Fyrrverandi amerikanski forsetin Barack Obama droymir seg ikki aftur til tíðina sum heimsins máttmiklasti maður.

– Nei, sigur hann greitt, tá hann í dag fekk spurningin, um hann ikki heldur hevði vilja verið tann sum ráddi í Hvítu Húsunum.

Hann legði afturat – kanska sipandi til núverandi forsetan Donald Trump.

– Men hevði eg bara vitað..., náddi fyrrverandi forsetin at siga, áðrenn hann varð avbrotin við lógvabrestum frá teimum 1.300 áhoyrarunum, lesandi og 1.000 fólku, sum hava goldið fyri at hoyra fyrrverandi forsetan.

##med2##

Obama nevndi ikki sitandi forsetan við navni eina ta einastu ferðina.

Men tað er brúk fyri poltiskari leiðsluni, ikki bara í USA, men kring allan hemin, segði Obama, su var amerikanskur forsetin í átta ár.

Hann sær tað sum sína fremstu uppgávu at vera við til at ávirka framtíðarinnar leiðarar.

Tað verður sambært fyrrverandi forstanum, við at halda fyrilestrar fyri vinnulívsleiðarum og hugkveikja ung at gera mun.

Tað er ít, at hann stovnar Obama Foundation, sum gevur lestrarstuðul til framtíðarinnar leiðarar.

Barack Obama sigur eisini, at tíðin sum forseti kostaði á heimafrontinum.

So tá hann fyri skjótt trimum árum síðani læt forsetasessin víðari til Donal Trump, vóru umvælingaruppgávur at gera.

– Ta fyrstu tíðina svav eg.

– Men so eg við Michelle at ferðast. Hon hevði fingið nóg mikið av mær. Eg mátti faktiskt vinna hana aftur, greiddi Obama frá.

Hann øvundar annars konu síni eitt sindur.

– Eg eri við at skriva eina bók. Bókin hjá Michelle seldi tíggju milliónir eintøk. Tað er ikki bara sum at siga tað at klára tað.

Michelle Obama vitjaði Danmark fyrr í ár, tá hon framm fyri 11.000 áhoyrarum greiddi frá lívinum sum forsetafrúa.

Tá Barack Obama verður spurdur hvat hann heldur um Danmark, er tað Verjan og viljin hjá Danmark til at átaka sær ein leiklut í altjóða hernaðarligum uppgávum, sum verður nevndur.

Men Obama hevur eisini eitt herðaklapp til norðurjydarnar.

Limfjørðurin er til dagin prýddur við amerikanskum og donskum fløggum. Tað hevur fyrrverandi forsetin lagt merki til.

– Aalborg er einv kur býur, sigur 44. amerikanski forsetin, sum eisini hevur nógv lovorð um danskt designaða Wegner-stólin, hann situr í.
Eftir samrøðu í ein tíma fer hann úr Musikkens Hus við lógvabrestum frá standandi áhoyrarunum.

Næsti mál er München.

 

/ritzau/

Fyrrverandi forsetin gav løgreglumanninum, sum stóð á varðhaldi, eina knýttnevaheilsan (Foto: Henning Bagger/Ritzau Scanpix