Øll ísfiskalínuskipini liggja

Veðrið verður vánaligt um vikuskiftið, og hóast streymurin verður góður í næstu viku, verður ikki roknað við nøkrum útróðri, fyrr enn líkindini batna aftur.

Í løtuni liggja øll ísfiskalínuskipini, men fimm frystilínuskip eru framvegis til fiskiskap.

Í løtuni liggja øll ísfiskalínuskipini, men fimm frystilínuskip eru framvegis til fiskiskap.

 

Í løtuni er einki ísfiskalínuskip til fiskiskap, og væntandi loysa tey fyrstu aftur, tá páskirnar eru lagdar afturum. 

Men, frystilínuskipini royna framvegis, harav fýra í løtuni fiska undir Føroyum, og eitt fiskar í íslendskum sjógvi.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at streymurin verður góður fyrst í vikuni sum kemur, men veðurútlitini eru vánalig.

Tað verður keðiligt veður um vikuskiftið og fyrst í vikuni, sum kemur.

- Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri - í hvussu er ikki fyrr enn seinni í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Í løtuni liggja øll ísfiskalínuskipini, men fimm frystilínuskip eru framvegis til fiskiskap.