Øll skulu hava betri atgongd til cannabis

Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Gunnvá Tróndardóttir Joensen

 

Javnaðarflokkurin ger til hetta valið eina kampanju sum koyrur á Facebook, har valevni til løgtingsvalið kunnu fáa eitt sitat, eitt hjartamál, skrivað á valmyndina. Á mína mynd skrivaði eg: “Eg fari framhaldandi at arbeiða fyri at øll fáa betri atgongd til cannabis. Tað veri seg sum heilivág ella sum heilsuískoyti.”Her er ein útdýpan av, hvat eg meini við hasum orðunum.

Er málið ikki longu rokkið?
Stór framstig eru hend á økinum, men hetta er ikki komið av ongum. Tískil er týdningarmikið at halda á við arbeiðinum, so framgongdin ikki steðgar, ella at fleiri avmarkingar koma.

Læknar hava heimild til at útskriva cannabis sum heilivág, og úrvalið av cannabisheilivági bleiv herfyri víðkað til at fevna um tað sama sum í Danmark. Harumframt er samtykt, at Føroyar skulu uppí donsku royndarætlanina við cannabis til ávísar sjúklingabólkar, sum hevur verið í gongd í Danmark síðani 1. januar 2018. Ein vegleiðing er komin frá Lægemiddlelstyrelsen um hvussu læknar kunnu fyrihalda seg til cannabis.

So støðan er batnað, men málið er ikki rokkið.

Eg haldi, at vegleiðingin til læknarnar er ov avmarkað. Tað eru enn ov fáir sjúklingabólkar, ið kunnu fáa hendan heilivágin. Eg haldi heldur ikki, at tað er rætt at avmarka hetta til ávísar sjúklingabólkar. Tað eru nógv fólk, ið ikki hava eina desideraða diagnosu, men sum føla sær okkurt. Og hóast allir læknar hava heimild til at útskriva cannabisheilivág, eru tað fáir, ið gera tað. Mest serlæknar og hetta tá allir aðrir møguleikar eru troyttir. Eg haldi, at tað er ómenniskjasligt hvussu nógv summi skulu ígjøgnum, áðrenn tey sleppa at royna cannabis sum heilivág. Um tey yvirhøvur sleppa at royna tað. Her má ein hugburðsbroyting til. Hetta kann t.d. gerast við upplýsing og upplæring til læknar, soleiðis at teir føla seg tryggar at útskriva heilivágin til sjúklingar sínar. Hetta verður royndarætlanin vónandi við til at byggja upp.

 

Um cannabisplantuna
Fyri at siga tað foreinklað, so er primert talan um tvey høvðusevni í cannabisplantuni. Sonevnd cannabinoidir. Tað er THC og CBD. Fleiri undirbólkar eru av hesum cannabinoidum. THC er tað sum kann virka euforiserandi, meðan CBD ikki hevur tann virknaðin. Cannabis kann virka pínustillandi, linnandi fyri spasmur, mentalt sissandi, anti inflammatoriskt og uppbyggjandi fyri heilan og kroppin, geva matarlyst til tey við kvalma, lækka blóðtrýstið og eg kundi blivið við. Í stuttum kann man siga, at cannabis fær kroppin í javnvág aftur. Tað optimala er, at oljan er fullspektrað, t.v.s. at øll tey natúrligu cannabinoidini eru í oljuni, tí hesi arbeiða saman á ein serligan hátt. Men til ber at skilja tey at og útvinna meir ella minni av øðrum slagnum.

Hvussu kundi tað verið?
Tað optimala hevði verið, at man kundi keypt CBD olju uppá hondkeyp á apotekinum, eins og man keypur D-vitaminir ella onnur heilsuískoyti og mild pínustillandi evnir. Á henda hátt, kunnu fleiri sleppa at royna tað, og um tað hevur ynsktan virknað, møguliga sloppið av við annan heilivág, ið ofta fer illa við kroppinum. So kundi olja við THC í fingist uppá recept frá lækna, um man er bangin fyri, at fólk kunnu fáa ein rús av THC’num. Á henda hátt bleiv man fylgdur av læknanum, og læknin kann hækka ella lækka dosis eftir tørvi, júst sum tað verður gjørt við einum hvørjum øðrum heilivági.

Hesin heilivágurin og heilsuískoyti kann væl framleiðast her í Føroyum, og soleiðis kann góðskan á produktinum eisini tryggjast. Við framleiðslu og sølu her heima og við útflutningi, kundi hetta blivið ein vinna til gagns fyri landið. Ein win-win støða fyri landið og alt fólkið.

Eg bjóði meg fram til løgtingsvalið 31. august fyri framhaldandi av øllum alvi at arbeiða fyri hesum heilt serliga hjartamáli mínum.

Við vón um vælvild

Gunnvá Tróndardóttir Joensen
Valevni javnaðarfloksins

 

Nakrar slóðir:
Les meiri um donsku royndarætlanina her.

Les meiri um hvat medisinskt cannabis er her.

 Les meiri um cannabis, t.d. hvat merkir THC og CBD her.

Gunnvá Tróndardóttir Joensen