Øll skulu við í grøna orkuskiftið!

Øll mugu hava ráð at vera við, skal grøna orkuskiftið eydnast! Vit vilja tryggja eina bíliga fígging, so familjur við lágum inntøkum eisini fáa ráð at fáa sær grøna hitaskipan.

Grøna umleggingin er av álvara byrjað. Mong húsarhald leggja í løtuni um til grøna hitaveiting, ella fáa sær elbil. Tí tað er blivið munandi bíligari eftir at vit settu í verk skipan, har tú kanst fáa mvgið afturborið og fáa bíligari streym til grønar skipanir. Men, tað er framvegis dýrt at leggja um. Mong síggja seg ikki før fyri at vera við, tí tað kostar ov nógv, og ikki øll hava atgongd til bíliga fígging.  

Heima hjá okkum hava vit jarðhita. Oljufýringin gekk fyri, og valið var í so máta einfalt. Tað er ein góð kensla, at vera sloppin av við oljuna. Og at vita, at stórur partur av orkuni í tí rennandi heita brúsuvatninum ella flógva radiatorinum er varandi orka, tikin úr jørðini beint uttanfyri dyrnar – eisini hóast streymurin til pumpuna bert lutvíst er grønur, enn.

Men skiftið til jarðhita er ein avbjóðing fíggjarliga. Næsta stig okkara má verða at tryggja atgongd til bíliga fígging, ikki minst fyri tey við lægri inntøkum, sum ikki uttan víðari fáa, ella ikki hava ráð, at taka vanlig bankalán. Bíliga fígging til umlegging til grøna orkuveiting – hitapumpur, sólpanel osfr – men eisini til bjálving av eldri húsum.

Tað skal gerast lætt og ómaksleyst, eisini fíggjarliga, at leggja um til grøna orku og orkusparing. Tað finnast nógvir mátar at gera tað uppá, og ábyrgd okkara verður at fáa til vega eina fíggingarskipan, sum breið politisk semja kann vera um. 

Tjóðveldi vil halda fram at arbeiða fyri at Føroyar gerast ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi.

Við grønari kós er framtíðin bjørt!

Bjørt Samuelsen

valevni fyri Tjóðveldi