Ófriður í Keypmannahavn við táragassi og steinum

Nógv rok hevur verið seinastu tímarnar millum løgreglufólk og mótmælisfólk aftaná mótmælistiltak hjá formanninum í islamkritiska flokkkinum Stram Kurs. Løgreglan hevur funnið vápnini fram

(Mynd: Mogens Flindt)

(Mynd: Mogens Flindt)

 

Tað er í skrivandi stund øgiligt rok á Norðurbrúgv í Keypmannahavn. Løgreglan er møtt mannsterk upp ímóti mótmælisfólki, sum hava kastað fýrverkarí og múrsteinar eftir løgreglufólkunum, sum svaraðu aftur við táragassi.

Alt byrjaði fyrr í dag í sambandi við eitt mótmælistiltak, sum umstríddi islamkritikarin Rasmus Paludam skipaði fyri. Hansara máti at mótmæla islam í Danmark er við at tveita runt við koranini saman við øðrum, samstundis sum hann ger gjøldur burturúr islam.

##med9##

At provokera klárar hann í øllum førum fínt, tí hann hevur fingið nógvar hóttanir seinastu mánaðirnar - men í dag fekk tað avleiðingar. Meðan hann mótmældi á Blågårds Plads, kom ein maður stormandi ímóti honum og leyp á hann. Maðurin varð handtikin beinanvegin, og Paludan, sum varð koyrdur burtur av løgregluni, fekk ikki nakran nevniverdigan skaða.

Paludan gjørdi síðani av at fara aftur til Blågårds Plads og halda fram við mótmælistiltakinum. Hetta skapti bara enn meira øsing og rok, og hann varð fluttur burtur av løgregluni.

##med2##

Fólk hava sett eld á bilar og kastað við fýrverkaríi, fløskum, kanónsløgum, súkklum, múrsteinum og tí, sum nú einaferð hevur verið at kasta á løgreglufólkini. Nógv løgreglufólk hava verið á staðnum seinnapartin, og fyri at fáa tamarhald á støðuna hava tey brúkt táragass. 

Men tamarhald er ikki á støðuni enn. Sivilløgreglan er eisini komin á staðið og hevur nú tikið revolvarar fram.

##med3##

##med6##

6 milliónir fyri at verja Paludan

Bara í ár hava Rasmus Paludan og hansara mótmælistiltøk kostað danska samfelagnum 6 milliónir krónur. Paludan fær sinnið í kók hjá nógvum, og løgreglan má brúka nógvar resourssir til at verja hann, og mótmælistiltøkini eru altíð skipað í avbyrgdum øki. 

Rasmus Paludan sigur við TV2, at álopið í dag fær hann undir ongum umstøðum til at gevast við at mótmæla islam á gøtuni, men hann fer komandi tíðina at gera tað í øðrum býarpartum. 

Løgreglan í Keypmannahavn hevur heitt á almenningin um ikki at nærkast økinum við Blågårds Plads, og fólk sum búgva har eiga ikki at fara út. 

##med4## 

Rasmus Paludan er formaður í tilflytarakritiska flokkinum Stram Kurs. Tú kanst lesa meira um hann HER.

##med8##

##med7##

##med5##

(Myndir: Mathias Øgendal/Ritzau Scanpix, Mogens Flindt, Brian Berg, Rasmus Flindt Pedersen)

(Mynd: Mogens Flindt)