Ofta settir spurningar til koronalinjuna

Mítt barn býr upp á skift hjá mær og pápanum/mammuni. Kann barnið fara aftur til pápan/mammuna?

Tað er TAKS, ið umsitur almennu koronalinjuna, ið vegleiðir og svarar spurningum, ið føroyingar hava um koronasmittuna.

Ein av oftast settu spurningunum er um børn hjá foreldrum, ið ikki eru saman, og um hvørt tað er trygt at lata barnið ferðast aftur og fram millum heimini bæði.

Tað er ein trupul støða, sum er íkomin, sigur Diana Gilstón, sum hevur koronalinjuna um hendi á Taks. Eingin lóggáva leggur upp fyri júst hesari støðuni, og tí er týdningarmikið, at foreldur semjast um, hvat er best fyri barnið.

Mítt barn býr upp á skift hjá mær og pápanum/mammuni. Kann barnið fara aftur til pápan/mammuna?

– Vit mæla til, at foreldrini tosa væl og virðiliga um, hvat tað besta er fyri barnið í hesum førinum. Tað er ymiskt frá heimi til heim, hvør kemur inn í heimini. Onkur hevur verið og ferðast, summi arbeiða í heilsuverkinum, so tað er trupult at koma við einum yvirskipaðum svari fyri hasum. Men familjufyrisitingin mælir til at tosa saman um, hvat er best fyri barnið. Er nakar ivi, er kanska best at avmarka, hvussu nógv børnini ferðast í millum familjurnar. Tað ber eisini til at fara inn á heimasíðuna hjá familjufyrisitingini, sum hevur upplýsingar um hetta.