Ofta settir spurningar til koronalinjuna

Eg skal í sóttarhald. Hvat sleppi eg?

Tað er TAKS, ið umsitur almennu koronalinjuna, ið vegleiðir og svarar spurningum, ið føroyingar hava um koronasmittuna.

Ein av oftast settu spurningunum, ið tey á koronalinjuni fáa, er um hvat fólk sleppa, ið skulu í sóttarhald av onkrum slag, og hvat sóttarhaldið ber við sær.

 

Hetta svarið gav koronalinjan, tá vit spurdu spurningin: Eg skal í sóttarhald. Hvat sleppi eg?

 

Tað kemur an uppá, hvat sóttarhald tú skalt í. Talan er um trý ymisk sløg av sóttarhaldi. Tað fyrsta er avbyrgin. Tá hevur tú sjálvur fingið smittuna, og tá hevur tú fingið boð frá landslæknanum. Tá avbyrgir tú teg frá øllum. Tá tú ert positivur fyri koronavirus, ert tú fyri teg sjálvan í 14 dagar. Tað kann gerast við hús, men kanst tú ikki gera tað við hús, kemur heilsumálaráðið og hjálpir tær við at finna eitt passandi stað. Tú fert ikki til arbeiðis, tú fert ikki út, tú fert ikki ørindi, tú fert í grundini einki. Tú ert avbyrgdur. Tú mást ikki hav beinleiðis samband við onnur fólk, heldur ikki tey, sum tú býrt saman við.

Eitt annað sóttarhald er, um tú hevur havt beinleiðis samband við ein persón, sum hevur fingið staðfest koronavirus. Tá hevur landslæknin verið inni og hugt eftir, hvør smittuketan hevur verið í sambandi við smittaða persónin, og tá kemur landslæknin eisini og boðar tær frá. Í hesum førinum ert tú eisini við hús, tú fert ikki til arbeiðis og ikki av matrikkulinum. Tú hevur heldur ikki samband við onnur fólk - eiheldur tey, sum tú býrt saman við. Tað er í grundini næstan tað sama sum at vera í sóttarhaldi, tá tú hevur fingið smittuna.

So er tað, sum eitur heimauppihald. Tað verður brúkt til teirra, ið hava verið uttanlands, og sum koma heim til Føroya. Tá ert tú við hús, tú fert ikki til arbeiðis og tú fert ikki ørindi, tú fært ikki vitjan og fer ikki av matrikkulin í 14 dagar. Tú hevur ikki samband við tey, ið eru í vandabólki. Tað vil siga, eru fólk í tínum húski, ið eru í vandabólkinum, so skalt tú ikki hava nakað samband við tey. Men tú kanst vera saman við familjuni annars.