Ókeypis og óheft vegleiðing til grøna orkuskifti

Tørvur er á at landið veitur eina ókeypis og óhefta vegleiðing til allar borgarar, kommunur, landsmyndugleikar og vinnulív, sum eru í ferð við, ella hava í huga at fara undir eitt grønt orkuskifti!

Hendan vegleiðing skal byggja á tær royndir vit í dag hava innan varandi orkuskipanir, og ta gransking sum alsamt mennist í løtuni. Til hendan partin er neyðugt at fara vísindaliga til verka, savnað dátur og kritiskt meta um, hvussu ymsu orkuskipanirnar roynast í Føroyum.

Tað kann tykjast møtimikið at fara í gongd við grøna orkuskiftið. Nógvir torskildir og tøkniligir spurningar eru neyðugir at greina, áðrenn rætta orkuskipanin verður keypt. Talan er samstundis um stórar peningaligar upphæddir, sum tó yvir tíð oftast vísa seg vera bíligasta loysnin.

·       Skal ein luft-vatn hitapumpa setast upp ?

·       Er ein Jarðhitaskipan best til nýggju húsini ?

·       Skulu húsini bjálvast ?

·       Kann ein sólorkuskipan nøkta tørvin á húsinum ?

·       Hvussu er við gólvhita, ella kunnu radiatorarnir nýtast enn ?

Hetta eru spurningar ið stinga seg upp í samband við grøna orkuskiftið.

Verkætlanin Orkuskifti, ið er samstarv millum SEV og Orka, sum er deild á Umhvørvisstovuni, er eitt frálíkt átak fram á leiðini, tá ið hugsað verður um vegleiðing og ráðgeving. Her er talan um kunning um ymiskar orkuskipanir, ið er miðað móti borgarum, politisku skipanini, myndugleikum og vinnulívi.

Hendan verkætlanin eigur at verða víðari ment og samstarvi við føroyskar granskingarstovnar og vinnulív skipað og styrkt. Fígging skal fáast til vega, soleiðis at enn fleiri dátur kunna savnast og granskingin styrkjast, hetta so at besta ráðgevingin kann veitast í hvørjum einstaka føri.

Hesa óheftu og ókeypis ráðgeving vil Tjóðveldi arbeiða fram ímóti!

Leinkja til verkætlanina Orkuskifti: www.os.fo

 

Uni Á(r)ting – valevni hjá Tjóðveldi