Ókeypis sálarfrøðing til ung upp til 35 ár.

 

Hevur tú eina sálarsjúku, tørvar tær í flestu førum hjálp. Men hjálpin kann verða dýr at fáa fatur á. Avleiðingin er tí ofta, at tú letur vera við at søkja tær hjálp. Tú heldur, hetta kann bíða, - tað man fara at laga seg.

Alt eftir, hvussu álvarsom sjúkan er, so er vandi tó fyri, at sálarsjúkan gert verri. Hetta er ti eitt øki, sum tað almenna eigur at uppraðfesta. Sum eina roynd eiga tey ungu upp til 35 ár at fáa ókeypis sálarfrøðing. Hetta kundi fyribyrgt, at sálarsjúkan slapp at gerast so umfatandi, at tørvur verður á drúgvari hjálp og enntá innleggingum.

Sálarhjálp til tann sálarsjúka kann tryggja, at tann sjúki kemur so mikið væl fyri seg, at tað gert lættari at verða ein virkin borgari, aftur tað verður sæð ljósari uppá tilveruna og morgindagurin gert ikki ein stúran. Í so máta kann tað gamaní koma at kosta tí almenna í fyrstu atløgu at veita hjálpina, men tað sparir seg skjótt inn aftur, tá nú borgarin gerst virknari, glaðari, nøgdari og enntá sleppur undan langtíðarárinum.

Sálarhjálp til tann sálarsjúka er tí ein skilagóð íløga. Sum eina byrjan eiga vit at geva ókeypis sálarfrøðing til ung upp til 35 ár.

Annita á Fríðriksmørk