Onkur einstakur legst aftrat í Nuuk

Talið av korona-smittaðum grønlendingum veksur spakuliga, men Grønland hevur framvegis eitt lutfalsliga lítið tal av sjúklingum við covid-19.

 

 

 

Í gjár varð eitt fólk aftrat staðfest smittað við korona-virus í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, og á tíðindafundi í dag kunngjørdi landslæknin, Henrik L. Hansen, enn ein nýggjan tilburð. Tá landslæknin í Grønlandi, eins og landslæknin í Føroyum, er í sóttarhaldi, var hansara partur av kunningini borin fram umvegis skype.

Sermitsiaq skrivar í dag,  at við enn einum nýggjum tilburði í Nuuk í dag, eru fýra fólk í Grønlandi í løtuni fongd við korona-smittu - og tvey eru vorðin frísk aftur. Øll tey smittaðu eru í sóttarhaldi heima við hús í Nuuk.

Nýggjasti tilburðurin av korona-smittu í Grønlandi varð staðfestur burtur úr tilsamans 68 kanningarroyndum, sum landslæknin hevur fingið úrslitið av seinasta samdøgnið. Landslæknin segði seg í dag ikki vera ovfarnan av, at enn ein tilburður nú er staðfestur.

Henrik L. Hansen segði, at hin seinasti staðfesti korona-smittaði hevur havt samband við ein annan persón, sum eisini er staðfestur smittaður við covid-19.

- Sjálvandi er tað keðiligt, men tað er heilt avgerandi, at tey, sum koma heim aftur úr Danmark, halda seg við hús og ikki taka ímóti vitjan, ei heldur vitja onnur. Hetta er avgerandi fyri, um vit fara at megna at avmarka smittuspjaðing, segði landslæknin.