Onkur útróðrardagur verður í vikuni

- Streymurin verður harður fyrst í vikuni, men batnar, sum vikan gongur, og veðrið verður hampiligt.

Útróðrarbáturin Luttur, sum er stívliga 44 føtur langur og tekur 10.000 pund í lastini.

Útróðrarbáturin Luttur, sum er stívliga 44 føtur langur og tekur 10.000 pund í lastini.

 

Eitt ísfiskalínuskip fiskar í íslendskum sjógvi, og fýra fiska undir Føroyum. Skipini fáa mest at toski og hýsu og so nakað av brosmu og longu.

- Ísfiskalínuskipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

Lagt verður aftrat, at onnur línuskip væntandi loysa teir næstu dagarnar.

Trý frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi, og trý fiska undir Føroyum.

- Streymurin verður harður fyrst í vikuni, men batnar, sum vikan gongur. Veðrið verður hampiligt. Tí verður helst eitt sindur av útróðri.

 

 

Útróðrarbáturin Luttur, sum er stívliga 44 føtur langur og tekur 10.000 pund í lastini.