Ordiligur umgangur hjá Boris Johnson

Sambært The Telegraph verður bretski forsætisráðharrin møguliga aftur til arbeiðis mánadagin.

 

Tá støðan var ringast, kundi tað havt gingið báðar vegir, skal Boris Johnson hava sagt.

Tá støðan var ringast, kundi tað havt gingið báðar vegir, skal Boris Johnson hava sagt.

 

The Telegraph vil vera við, at bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sum hevur havt ein ordiligan umgang við korona-virus, hevur ætlanir um at møta til arbeiðis aftur mánadagin komandi.

Men, tá bretski heilsumálaráðharrin, Matt Hancock, í morgun fekk spurningin, nær Boris Johnson kom aftur, segði hann sambært Reuters, at tað fáa vit at síggja, og hann legði aftrat, at tann avgerðin er ikki tikin enn.

Tíðindini um, at Boris Johnson varð vorðin smittaður við covid-19 bórust hin 1. mars. Undir sjúkraleguni endaði hann eisini á intensivari deild. Forsætisráðharrin varð útskrivaður aftur hin 12. apríl.

Sjálvur hevur Boris Johnson sambært miðlum sagt, at hann eftir innleggingina skyldaði heilsustarvsfólkunum lívið, og hann hevur eisini sagt, at heilsustøðan, tá ringast stóð til, kundi farið báðar vegir.

Tá støðan var ringast, kundi tað havt gingið báðar vegir, skal Boris Johnson hava sagt.