Órógvandi deyðiligheit í Grønlandi

Deyðiligheitin av krabbameini í Grønlandi er tvífalt so høg sum í norðurlondum annars, tó at tilburðirnir ikki eru fleiri.

 

Vandin fyri at doyggja av krabbameini í Grønlandi er tvífalt so stórur sum í norðurlondum annars.

Vandin fyri at doyggja av krabbameini í Grønlandi er tvífalt so stórur sum í norðurlondum annars.

Grønlendingar verða nú líka so ofta raktir av krabbameini, sum eitt nú danir, finnar, sviar, norðmenn og íslendingar. Men, vandin fyri at doyggja av krabbameini í Grønlandi er nógv størri enn í øðrum norðurlondum annars. Tí halda granskarar, sum hava gjørt eina greining av viðurskiftunum, at neyðugt er at kanna krabbameinstilgongdina í Grønlandi nærri.

 

Vandin fyri, at grønlendingar fáa krabbamein er øktur í tíðarskeiðnum 1983-2014 og er nú á sama støði sum vandin í øðrum norðurlondum. Fleiri og fleiri grønlendingar fáa krabbamein, og vandin fyri at doyggja av sjúkuni er tvífalt so stórur í Grønlandi sum eitt nú í Danmark og øðrum norðurlondum.

 

Hetta vísir ein greining og kanning, sum Umbreen Yousaf, yvirlækni í oknologi á Haugesund Sjúkrahúsi í Noregi, hevur gjørt í samstarvi við Kræftens Bekæmpelse og Statens Institut fyri Fólkaheilsu. Greiningin er útgivin í vísundaliga tíðarritinum, EClinicalMedicine.

 

- Tað er ræðandi, at deyðiligheitin í Grønlandi er so nógv hægri enn í øðrum norðurlondum. Hetta er ein álvarsom støða, og vit noyðast at hyggja eftir, hvør orsøkin til hetta er, sigur Umbreen Yousaf, sum er høvuðsrithøvundur til greiningina.

 

Alt tíðarskeiðið frá 1983 til 2014 doyðu tilsamans 204 kvinnur og 229 menn í Grønlandi av krabbameini – roknað yvir hvørjar 100.000 íbúgvar. Í øðrum norðurlondum doyðu í sama tíðarskeiði 97 kvinnur og 135 menn av hvørjum 100.000.

 

Greiningin vísir, at stórur munur er á krabbameinssløgunum, sum raka fólk í Grønlandi og í norðurlondum annars. Vandin fyri, at grønlendingar doyggja av krabbameini í andagøgnum – serliga av lungnakrabba - er nógv størri enn í øðrum norðurlondum. Sama er við krabbameini í sodningargøgnum, sum eitt nú vælindi, maga, brisi og livur.

 

- Haraftrat er títtleikin av krabbameini millum grønlendingar størri í eitt nú varrum, munnholu og svølgi, sigur Umbreen Yousaf.

 

Á hinari síðuni er vandin fyri prostatakrabba, bróstkrabba, móðurmerkjakrabba og blóðkrabba minni í Grønlandi enn í øðrum norðurlondum. Yvirlæknin sigur, at samlaði krabbameinsvandin millum grønlendingar er øktur árini 1983 til 2014 og er nú á støði við vandan í øðrum norðurlondum.

 

Ein av orsøkunum, sigur Umbreen Yousaf, kann vera, at grønlendingar í hesum tíðarskeiði eru farnir at liva meira ”vesturlendskt”. Har grønlendingar áður livdu av mati úr havinum, eta teir nú í størri mun feitari og søtari mat, og tað hevur helst sína ávirkan á vandan fyri at menna krabbamein.

 

Umbreen Yousaf vísir á, at lívsstílsviðurskifti í Grønlandi sum eitt nú royking og alkohol kunnu hava sína ávirkan, og greiningin vísir eisini, at tilburðirnir av lungnakrabba eru øktir.

 

Grønlendsku hagtølini stava frá tí, sum danir rópa ”cancerregisteret” og ”dødsårsagsregisteret”, og hagtølini eru partur av norðurlendska krabbameinsdatabasanum, Nordcan (www.ancr.nu), sum hevur upplýsingar um krabbameinstilburðir og deyðiligheit í øllum norðurlondum.

 

- Nú ber til at fylgja við, hvussu títtleikin av krabbameinstilburðum og deyðsføllum av krabbameini er í Grønlandi samanborið við støðuna í Danmark og øðrum norðurlondum, sigur yvirlæknin.

 

Gerda Engholm, sum starvast hjá Kræftens Bekæmpelse í Danmark og sum eisini hevur verið við í greiningini av støðuni í Grønlandi, sigur, at tølini kunnu brúkast til at fremja átøk, ið kunnu viðvirka til at tálma gongdina í Grønlandi.

 

Umbreen Yousaf heldur, at tað avgjørt er tørvur á at styrkja tilbúgvingina móti krabbameini í Grønlandi, eins og neyðugt er at greina, hví deyðiligheitin millum grønlendingar, raktir av krabbameini, er so høg. Hann heldur, at hugt átti at verið niður í smálutir, hvussu viðgerðin og uppfylgingin av krabbameinssjúklingum er í Grønlandi.

 

- Ein slík kanning hevði kanska givið okkum ábendingar um, hvørji átøk møguliga skulu gerast fyri at minka um deyðiligheitina, sigur høvuðsrithøvundurin til greiningina.

 

Í Grønlandi búgva 55.000 fólk, og her eru umleið 200 krabbameinstilburðir um árið, harav 110 doyggja av sjúkuni. Í Danmark búgva 5,7 miljónir fólk, og her verða umleið 37.000 rakt av krabbameini um árið, harav 15.500 doyggja av sjúkuni.

 

Í norðurlondum búgva tilsamans 26,5 miljónir fólk, og her eru umleið 150.000 tilburðir av krabbameini um árið, harav 61.500 doyggja av sjúkuni.

 

Vandin fyri at doyggja av krabbameini í Grønlandi er nevniliga tvífalt so stórur sum í norðurlondum annars.

 

Í Grønlandi vóru árini 1983 til 2014 tilsamans 4.716 nýggir tilburðir av krabbameini, og í sama tíðarskeiði doyðu 3.231 fólk av sjúkuni.

www.cancer.dk