Óttast at kinesarar keypa upp feløg í koronakreppuni

Margrethe Vestager, kappingarkommiserur í ES og næstforkvinna í ES-nevndini, sær vandan í, at kinesarar gera sær dælt av koronakreppuni og keypa upp feløg í Vesturheiminum.

Foto: Johanna Geron/Reuters

Foto: Johanna Geron/Reuters

Tað sigur hon við The Financial Times. Hon heldur, at ES-londini eiga at keypa partabrøv í fyritøkum í egnum londum fyri at svara kinesiskari hóttan um at taka yvir týdningarmikil feløg í Vesturheiminum í koronakreppuni.

– Vit hava einki ímóti, at limalondini handla á fíggjarmarknaðunum, sigur Margrethe Vestager.

ES-lonini eiga at vera til reiðar í sambandi við koronakreppuna at keypa seg inn sum eigarar í virkjum í egnum londum fyri at forða fyri, at kinesarar keypa taka yvir feløgini.

– Vit hava einki ímóti, at limalondini handla fíggjarmarknaðunum, um tey meta tað neyðugt fyri at forða fyri fíggindaligum yvirtøkum, sigur hon í samrøðu við blaðið.

– Tað er av sera stórum týdningi, at vit eru greið um, at tað er ein veruligur vandi í, at virki, sum eru sárbar, kunnu verða yvirtikin.

– Støðan er í løtuni so, at vit mugu gera okkara ítarsta fyri at forða hesum, sigur hon.

Vestager hevur áður verið við til at fremja fíggjarpolitisk tiltøk, sum hjálpa virkjum í neyð í koronakreppuni.

Tað er gjørt í samráð við limalondini.

Talan er um fyribils skipan, sum er bráðfangis vegna koronakreppuna, har samfelagið í nógvum limalondum er stongt, og virki missa nógv.

– Tær búskaparligu avleiðingarnar av Covid19-útbrotinum eru álvarsamar. Vit noyðast at handla skjótt og taka avleiðingar so væl vit kunnu. Og tað skal geast samskipað, segði hon í eini fráboðan í síðsta mánaði.

/ritzau/Reuters

Foto: Johanna Geron/Reuters