Ovurstór spreinging í Beirut

Havnalagið í Beirut í knúsi

Ein ovurstór spreinging hevur í dag skakað Beirut í Libanon, og minst 27 fólk hava latið lív av brestinum. Hildið verður í løtuni, at í minsta lagið 2000 onnur hava fingið løstir, sigur BBC.

##med2##

Tað er framvegis ikki heilt greitt, júst hvat tað var sum sprongdist, og hví spreingingin hendi, men í kvøld sigur libanesiski  trygdarovastin, at bresturin hendi í einum bygningi, ið húsaði spreingievni av onkrum slag.

Sum sæst á upptøkunum, er talan um eina heilt stóra spreinging, og á nógvum øðrum filmsbrotum á Twitter sæst, at rútar bresta fleiri kilometrar burtur.

Sum skilst er eitt tíðindafólk hjá BBC millum tey deyðu, og skaðarnir hava stongt havnalagið, alt sum tað er.

Sjónband: Twitter/Borzou Daragahi