Pamela Anderson mótmælir nú aling

Í dag verður Pamela Anderson við í mótmælistiltaki ímóti laksaaling í Kanada

Í farnu viku gjørdi Pamela Anderson vart við seg á einum fundi um aling í kanadiska býnum Nanaimo

Í farnu viku gjørdi Pamela Anderson vart við seg á einum fundi um aling í kanadiska býnum Nanaimo

Baywatch-stjørnan Pamela Anderson hevur fleiri ferðir luttikið í tiltøkum hjá felagsskapinum Sea Shepherd. Í 2014 var Pamela Anderson í Føroyum og mótmælti grindadrápi, samstundis sum Sea Shepherd hevði herferð her.

Í dag fer Pamela Anderson at luttaka í einum mótmælistiltaki hjá Sea Shepherd í Kanada. Sea Shepherd og aðrir umhvørvisfelagsskapir eru ímóti laksaaling, tí tey halda, at alingin dálkar og skaðir villa laksin.

Mótmælistiltakið í dag er norðan fyri Quadra Island á kandisku vesturstrondini, stutt norðan fyri markið til USA. Sea Shepherd fer at mótmæla við skipinum RV Martin Sheen. Sambært Sea Shepherd er talan um friðarligt mótmæli.

Í farnu viku gjørdi Pamela Anderson vart við seg á einum fundi um aling í kanadiska býnum Nanaimo