Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, men skipini hava vánaligan fiskiskap. Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at bara ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap í løtuni, men møguliga fer onkur aftrat út um vikuskiftið.
Í løtuni liggja allir trolbátarnir við bryggju.
Tvey garnaskip fiska svartkalva. Tey koma inn at landa síðst í vikuni sum kemur. Garnafiskiskapurin eftir svartkalva er smáligur.
- Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap. Hetta skipið kemur inn at landa miðskeiðis í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.