Pedagogar vilja hava hægri løn fyri vandamikið arbeiði

Ìmeðan korona herjar, krevja myndugleikarnir at teir seta sína egnu heilsu í vága

Soleiðis kunnu pedagogar ikki fara til arbeiðis og tí vilja teir hava hægri løn

Soleiðis kunnu pedagogar ikki fara til arbeiðis og tí vilja teir hava hægri løn

Pedagogar, sum arbeiða ímeðan koronafarsottin herjar, eiga at fáa lønarískoyti fyri vandamikið arbeiðið.

Tað heldur Pedagogfelagið, og tað hava tey eisini sent bæði Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, krav um.

 Seinastu vikurnar hava serstakar umstøður gjørt seg galdandi í øllum samfelagnum og nú hevur Landsstýrið gjørt av at lata samfelagið upp aftur mánadagin 20. apríl.

Hesa tíðina hevur nógv virksemi í landinum verið tillaga serligu umstøðurnar. Tey, ið hava havt møguleika at arbeiða heimanífrá hava gjørt tað.

Men tað er ikki alt arbeiði, sum tað ber til at gera heiman í frá, sigur Pedagogfelagið.

– Alla hesa tíðina hava starvsfólk verið til arbeiðis í avgerandi støðum í samfelagnum. Í heilsuverkinum, almannaverkinum og í eldrarøktini hevur talan verið um vanligt virksemi, sum ikki kann verða niðurlagt.

Somuleiðis hava dagstovnar verið opnir fyri børnum hjá foreldrum, sum noyðast at fara til arbeiðis.

Tað er ymiskt hvussu væl starvsfólkini eru útgjørd at fara til arbeiðis. Vit hava sæð, at verndarmaskur, verndargløs og onnur trygdarútgerð verða brúkt, siga tey í Pedagogfelagnum.

– Av tí, at okkara limir ikki hava møguleikan at brúka serliga útgerð, er tað náttúruligt at hesi starvsfólk, ið verða kravd at seta sína egnu heilsu í vanda, fáa eina serliga vandaviðbót, sigur Pedagogfelagið.

– Tú skalt koma til hús aftur líka frískur, sum tá tú fórt til arbeiðis, sigur felagið.

Tí hevur Føroya Pedagogfelag sent arbeiðsgevarunum krav um, at tey starvsfólk sum hava verið, og sum fara til arbeiðis meðan koronafarsóttin herjar, skulu fáa eina serliga vandaviðbót.

– Hetta eigur at verða gjørt við at lata eina viðbót fyri hvønn dag, tey møta til arbeiðis og tað skal vera galdandi við afturvirkandi kraft frá 13. mars, sigur felagið.

– Hetta eigur at verða galdandi fyri tey, ið longu hava verið til arbeiðis hjá Almannaverkinum og í neyðansing runt um í kommununum, ella aðrastðani.

– Hesi hava í stóran mun víst stóra vælvild, og tillaga seg óstøðugu umstøðunar seinastu tíðina, sigur Pedagogfelagið.

Soleiðis kunnu pedagogar ikki fara til arbeiðis og tí vilja teir hava hægri løn