P/F Poul Michelsen næstan 10 milliónir í avlopi

2018 var eitt gott ár hjá heilsøluni P/F Poul Michelsen. Rakstararavlopið eftir skatt vísir eitt yvirskot upp á 9.699.000 krónur, sum er næstan tvær milliónir betri enn árið fyri og væl oman fyri tað støðið, sum úrslitið hevur ligið á seinastu árini.

Nettosøla felagsins var 220 milliónir krónur í mun til slakar 210 árið fyri.

Starvsfólkakostnaðurin var slakar 18 milliónir krónur til tey tilsamans til tey 41 fólkin sum starvast hjá felagnum. Í samtakinum tilsamans starvast 144 fólk.

Felagið hevur í árinum útgodlið 3 milliónir krónur í vinningsbýti til partaeigararnar.

P/F Poul Michelsen er serheilsøla innan sølu av feskum og frystum vørum til matvøruhandilin í Føroyum.

Eisini umfatar virksemi sølu og veiting av vørum og tænastum til gistingarhús, matstovur, kantinur, sjúkrahús, stovnar, provianteringar til skip v. m.

Úrslit felagsins fyri roknskaparárið gjørdist eitt avlop upp á 9,7 milliónir krónur.

Felagið skrivar í ársfrágreiðingini, at samlaða sølan er vaksin nakað meira enn gongdin á marknaðinum annars.

– Hóast nógv størsti parturin av inntøkugrundarlagnum hjá felagnum kemur frá grundvirksemi felagsins, so hevur avleidda virksemið hjá dótturfeløgunum givið sítt íkast til úrslitið.

– Tann størsti parturin av søluni hjá samtakinum er í Føroyum, og tí er samtakið ávirkað av gongdini í føroyska búskapinum, skrivar felagið.

Samtakið hevur breitt vøruúrval, og á hendan hátt metir felagið, at váðin við at størsti parutrin av søluni hjá samtakinum er í Føroyum verður avmarkaður nakað. Harafturat ansar felagið væl eftir ikki at gerast budnið at ov fáum keyparum.

Felagið skrivar eisini , at samtakið arbeiðir framhaldandi við at optimera raksturin, víðka um virksem og vinna størri marknaðarpart, eins og arbeiði við samanstjóðingini av samtakinum gevur øktar møguleikar.

Leiðsaln vónar at næsta roknskaparár fer at vera á sama støðið.

@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }