Platou Fish skapar lív í Napasoq

Nýstovnaða fiskavirkið í Napasoq í Grønlandi skal tryggja framtíðina hjá vinnulívinum og fer at útflyta delikatessur til útlandið.

 

 

 

 

Sermitsiaq veit at siga, at fiskavirkið í Napasoq, sum læt upp aftur um miðjan januar í ár, longu hevur verið til stórt gagn hjá jollufiskimonnunum og arbeiðsfólki í økinum.

Tað var í fjør, at Platou-familjan, ið saman við Mads Petersen, sum býr í Danmark, stovnaði Platou Fish Aps. í Napasoq. Felagið keypti og dagførdi virkisbygningin í bygdini.

Felagið Lilleholm í Maniitsoq átti frammanundan virkisbygningin, sum hevur staðið stongdur í eini trý ár, og soleiðis hevur heldur einki virksemi verið her hesi árini.

Men, eftir at hava dagført virkisbygningin í rúma tíð, læt Platou Fish Aps. virksemið upp aftur um miðan januar í ár. 

- Toskaframleiðslan koyrir longu aftur við fullari ferð - til stóra gleði fyri borgararnar og ikki minst fyri lokalu jollufiskimenninar, skrivar Sermitsiaq.

Á virkinum í Napasoq verður toskurin skorin og turkaður, haðani hann verður seldur til handilsketurnar, Pisiffik og Brugsen.

Platou Fish Aps. arbeiðir eisini við einari ætlan um at útflyta kjøt frá reinsdjórum og moskusneytum, eins og ætlanir eisini eru at virka og selja rogn úr rognkelsi.

- Platou-familjan hevur sín uppruna í Napasoq. Í bygdini búgva umleið 85 fólk, og bygdin liggur umleið 50 kilometrar sunnan fyri Maniitsoq, veit Sermitsiaq at siga.