Pól Jákup Poulsen á listanum hjá Sjálvstýri

Sjálvstýri kann í dag boða frá, at Pól Jákup Poulsen eisini verður valevni til løgtingsvalið. Pól Jákup er 44 ára gamal, býr á Strondum og starvast sum stjóri hjá Auto Service.
Pól Jákup er landsnevndarformaður fyri Sjálvstýrið og hevur stillað upp fyrr - bæði til løgtings- og fólkatingsval. Eisini hevur hann sitið fleiri valskeið sum kommunustýrislimur í Sjóvar Kommunu.

Nøkur av høvuðsmálunum, ið Pól Jákup ætlar at virka fyri, eru:
Familjan skal setast í hásæti. Til dømis skulu okkara børn og eldru vera í tryggum kørmum, og tí skulu vit hava minimumsnormeringar á báðum økjum. Hettar er ein trygd fyri bæði brúkarar, avvarandi og starvsfólk.

Umhvørvið er eisini eitt av hjartamálunum hjá Pól Jákupi. Hann fegnast um, at Sjálvstýrið í síðsta valskeiði fekk MVG-frítøku til grønar hitaloysnir til sethús, og at komandi valskeið verður enn størri ferð sett á grøna orkuskiftið. Til dømis tí vit fara at seta 400 mió. kr. av til hetta. Tað er eisini sera umráðandi, at ansað verður eftir náttúruni. Tí skal bann setast fyri at nýta einnýtisplast og krøv skulu setast til øll skip um útlát og óljóð við til dømis kravið um at brúka landstreym.

Pól Jákup sigur til seinast, at hann eisini ætlar at vera ein sterkur lokalpolitikari fyri Eysturoyna. Tað vísir seg, at allir hinir politikkararnir eru góðir lokalpolitikarar, men teir sum koma úr Eysturoy sum oftast er góðir landspolitikkarar. Vit úr Eysturoy mugu eisini vera lokal. Vit mugu krevja meir. Vit eru ikki bara ein forstaður til Tórshavn. Nei, vit skulu hava fleiri almenn arbeiðspláss, innkomuvegirnir á Strondum og Runavík skulu gerast beinanvegin og vegurin til Selatrað og uttan um bygdina Skálafjørð skulu raðfestast hægri.