Pólksur ribbaldur kleiv uttan línu 170 metrar upp á hotel

Ein pólskur ribbaldur, betur kendur sum »the Silesian Spider Man« var handtikin eftir at hann kleiv upp á tað 170 metrar høga Marriot Hotel í Warszawa í Pólandi við bert at brúka hendur og føtur.

Løgreglan skuldsetti mannin, Barcin Banot, fyri at loypa ótta á almenning og kannaði, um maðurin var edrúur. Ribbaldurin hevur 178.000 fylgjarar á YouTube og kann rokna við at fáa 2.000 krónur í bót.

##med2##

Fólk, sum gingu á gøtuni í pólska høvuðsstaðnum, varnaðust mannin, sum var á veg upp eftir klædninginum á hotellinum uttan trygdarútgerð av nøkrum slag.

##med3##

31 ára gamli maðurin varð handikin, tá hann kom teir 170 metrarnar upp á takið á hotellinum, har løgreglan bíðaði honum.

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja filmsbrotið.

##med4##

A Person Climbing Marriot Hotel with no ROPES!! Chased by POlICE