Pólland fær ikki orðið og kemur ikki til Auschwits-forum

Fríanin av týningarlegu verður hátíðarhildin, meðan tekin er um vaksandi antisemitismu.

Pólska stjórnin er ikki við, tá nógvir av heimsins leiðarum í dag eru í Jerusalem fyri at hátíaðrhalda 75 ára dagin fyri fríanina av Auschwitz. Ársdagurin verður hildin samstundis, sum tekin eru um vaksandi antisemitismu. - Foto: Auschwitz

Pólska stjórnin er ikki umboðað, tá nógvir av heimsins leiðarum í dag eru í Jerusalem fyri at hátíðarhalda 75 ára dagin fyri fríanina av Auschwitz.

Fangalegan Auschwitz var undir Seinna Heimsbardaga í týsk-hersetta Póllandi. Landið er ikki við vegna ósemju við bæði Russlandi og Ísrael.

Pólski foresetin, Andrzej Duda, havnaði innbjóðingini til stevnuna. Hann er ónøgdur við, at Pólland ikki sleppur til orðanna.

Tað eru bara leiðarar úr Russlandi, Frankaríki, Bretlandi, USA og Týsklandi, sum sleppa tað.

Hátíðarhaldið í dag verður nevnt World Holocaust Forum. Ísraelar hava frammaundan sagt talan vera um størstu altjóða stevnu í landsins søgu.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, amerikanski varaforsetin, Mike Pence, týski samveldisforsetin, Frank-Walter Steinmeier, franski forsetin Emmanuel Macron, og bretski Charles prinsur eru millum luttakararnar.

Úr okkara kongaríki er danska forsætisráðfrúan Mette Frederiksen.

Yvir ein millión fólk, tey flestu jødar, vórðu dripin í Auschwitz-Birkenau-leguni. Seks milliónir jødar vórðu dripnir undir Holocaust.

Roknað verður við, at nógvir av røðarunum í Jerusalem fara, umframt at tosa um krígsbrotsverkini og brotsgerðirnar ímóti mannaættini, eisini at venda skjútsinum ímóti vaksandi jødahatrinum í dag og móti álopum á jødar í nógvum av heimsins londum.

Ein altjóða kanning, sum Anti-Defamation League, sum hevur høvuðsstøð í USA, vísti í november, at antisemitisma, jødahatur, er vaksandi kring heimin. Tað snýr seg serliga um Eystur- og Miðevropa.

Ísraelski forsetin, Reuven Rivlin, tosaði um hesa gongdina á eini móttøku í gjár fyri útlendskum leiðarum.

– Eg vóni og biði eftir, at heimsins leiðarar fara at standa saman í stríðnum ímóti rasimsu, antisemitismu og ekstremismu og um at verja fólkaræðið og fólkaræðislig virði, segði hann.

/ritzau/Reuters