Pompeo vónar góðan fund við Norðurkorea

Í svenska høvuðsstaðnum er í dag fundur millum USA og Norðurkorea um kjarnorkusamráðingar.

Ein bilur við fólkum úr norðurkoreansku sendinevndini kom í dag til Lidingöuttan fyri Stokkhólm fyri at vera við á einum arbeiðsfundi við USA - Mynd: Jonathan Nackstrand/Ritzau Scanpix

Ein bilur við fólkum úr norðurkoreansku sendinevndini kom í dag til Lidingöuttan fyri Stokkhólm fyri at vera við á einum arbeiðsfundi við USA - Mynd: Jonathan Nackstrand/Ritzau Scanpix

Varauttanríkisráðharrin í USA, Mike Pompeo, sigur, at hann vónar framstig í teimum nýggju samráðingunum við Norðurkorea.

Tær byrjaðu í Stokkhólmi í dag. Her fara USA og Norðurkorea at royna at varpa ljós aftur á hesi kjarnorkusamráðingarnar, sum hava ligið stillar.

­– Eg vóni, at vit gera framstig. Vit eru komin higar við nøkrum hugskotum, og vit vóna, at Norðurkorea er møtt í sama anda og við vilja til at royna at flyta seg framá og seta tað í verk, sum Trump forseti og Kim formaður avtalaðu á sinni í Singapore, sigur Pompeo undir vitjan í Grikkalandi.

Fundurin í Stokkhólmi í dag er fyrsti arbeiðsfundur millum partarnar, síðani Donald Trump, forsti, og norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, hittust í juni.

Tá samdust teir um aftur at fara undir samráðingarnar. Tær steðgaðu eftir toppvund í Vietnam í februar, sum endaðu úrslitaleysar.

Trump og Kim høvdu fyrsta fundin í Singapore í juni í fjør. Tá søgdu partarnir í stuttari fráboðan, at ein kjarnorkufrí koreansk hálvoyggj er málið.

Sjálvt um tað hevur gingið illa við úrslitum, so eru persónligu viðurskiftini eftir øllum at døma góð millum Trump og Kim.

/ritzau/Reuters

Ein bilur við fólkum úr norðurkoreansku sendinevndini kom í dag til Lidingöuttan fyri Stokkhólm fyri at vera við á einum arbeiðsfundi við USA - Mynd: Jonathan Nackstrand/Ritzau Scanpix