Radikalu hótta stjórnina uttan verðurlagsætlan

Formaðurin í teimum Radikalu í Danmarjk, Morten Østergaard, hóttir við at koppa stjórnina, um verðurlagsætlan ikki er upp á pláss innan 5. juni.

Formaðurin hjá teimum Radikalu, Morten Østergaard, hóttir nú við at koppa stjórnina. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Formaðurin hjá teimum Radikalu, Morten Østergaard, hóttir nú við at koppa stjórnina. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Tey Radikalu hótta við at taka stuðulin frá stjórnini, um ikki ein avtala um verðurlagsætlan er upp á pláss fyri grundlógardag 5. juni.

Tað sigur Morten Østergaard við Politiken í kvøld.

– Tey stuttu boðini eru, at uttan veðurlagsætlan og viðgerð er eingin stjórn, sigur hann. við Politiken.

Spurdur um tey Radikalu taka stuðulin undan stjórnini, um avtalan ikki er upp á pláss innan 5. juni, svarar hann:

– Ja. So kunnu vit ikki hyggja okkum sjálvi í eyguni, og so er grundarlagið fyri stjórnini burtur.

Sambært Morten Østergaard tekur stjórnin hetta ikki í nóg stórum álvara.

– Tey hava ikki ein gong lagt fram eina tíðarætlan. Tað ger, at eg nú kenni meg noyddan at hála harðliga í ketuna og siga, at hetta er tað, sum stjórnin stendur og fellir við, grundlógardagin.

Veðurlagsætlanin skal tryggja, at málið um 70 prosent CO2-lækking verður rokkin í seinasta lagið í 2030.

Innleiðandi verðurlagslógin var fingin upp á pláss við veðurlagsráðharranum Dan Jørgensen við borðendan 6. desember í fjør.

Men síðani hava serliga tey Radikalu trýst á fyri, at verðurlagsætlanin eisini kemur upp á pláss, so sum stjórnin og stuðulsflokkar hava avtalað.

Í síðstu viku hótti Eindarlistin við at fella Dan Jørgensen, veðurlagsráðharra, um tað ikki kom meira ferð á samráðingarnar um verðurlagstiltøkini.

Við Politiken sigurt forkvinnan í SF, Pia Olsen Dyhr, at hon heldur, at hóttanin frá Morten Østergaard er ov ógvuslig.

– Vit halda eisini, at tað skal henda nakað í mun til veðiurlagið. Men at hála stuðulin undan eini stjórn sum júst hevur gjørt tað mest ambitiøsu veðurlagslógina saman við okkum og Radikale Venstre, er skeivt, sigur hon við blaðið.

Hans Engell, politiskur viðmerkjari, heldur, at tey Radikalu koma við tómum hóttanum.

– Hatta er at sparka eina opna hurð inn. Tí tað er ætlanin hjá stjórnini at hava verðurlagsætlanir klárar innan summarið.

– Sjálvandi fara tey Radikalu ikki at koppa stjórnina, meðan tey sita við samráðingarborðið og kanska longu hava endað onkrar veðurlagsætlanir.

– So eg mábara siga, at hetta eru tómar hóttanir, sum tey Radikalu koma við, sigur hann.

Annars hava tey sum heild í Fólkatinginum verið varin við at seta ultimativ krøv, síðani Liberal Alliansa undir táverandi stjórnini brendi seg við krøvum upp toppskattalættar.

– Tað er ógvuliga tíðliga longu at klíva upp í eitt træ og hótta við báli ogbrandi. Vit hava havt eina stjórn í minni enn eitt ár, sigur Hans Engell.

Dan Jørgensen segði í kvøld við TV2:

– Eg skilji væl ótolni. Tí eri eg samdur í. Men vit hava ikki sitið á hondunum. Vit hava gjørt eina grøna fíggjarlóg og eina veðurlagslóg, sum eru millum tær mest ambitiøsu í heiminum.

– Vit skulu sjálvandi gera enn meira. Nógv av tí, flokkarnir spyrja um, eru vit í ferð við. So vit koma sjálvandi at levera á hesum øki heilt skjótt.

 

/ritzau/

Formaðurin hjá teimum Radikalu, Morten Østergaard, hóttir nú við at koppa stjórnina. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix