Reiðarí bjóðar ferju til korona-sjúklingar

- Stena Saga kann væl brúkast til korona-sjúklingar, sigur reiðaríið, Stena RoRo, sum hevur yvirtikið gomlu ferjuna.

 

 

 

 

Ferjan, Stena Saga, sum fram til hin 19. mars sigldi millum Frederikshavn og Oslo, verður kanska partur av átakinum móti korona-virus, covid-19. Reiðaríið, sum nú eigur skipið, hevur nevniliga bjóðað ferjuna fram sum sjúkrahússkip.

Reiðaríið heldur, at tað ber væl til at umbyggja ferjuna til sjúkrahússkip eftir fáum vikum til korona-sjúklingar við lættari sjúkueyðkennum. Tað er svenski sjóferðslumiðilin - Shippax - sum ber hesi tíðindi.

Felagið, Stena RoRo, hevur yvirtikið gomlu ferjuna, eftir at Stena Link tók hana úr sigling.

Stena Saga hevur 590 kømur, sum skjótt kunnu umbyggjast, soleiðis at tey kunnu brúkast til sjúklingar, heldur umsitingarstjórin í felagnum, Per Westling, sum hevur skift orð við svenska sjóferðslumiðilin.

- Vit hava teknað eina loysn, sum kann fremjast eftir 2-3 vikum, har vit broyta ventilatiónsskipanina og seta upp alarm-og samskiftisskipanir, eins og innrættingin umborð verður bygd um.

Umsitingarstjórin, Per Westling, sigur, at manning og sjúklingar kunnu verða hvør sær, og skipaðar verða serstakar mannagongdir umborð. Hann leggur aftrat, at Stena Saga verður ikki bygd um til intensiva viðgerð av korona-sjúklingum.

Lagt verður aftrat, at reiðaríið Stena RoRo hevur verið partur av umbyggingini av italska ferðamannaskipinum, Splendid, til sjúkrahússkip. Ferjan varð umbygd eftir fáum vikum í byrjanini av korona-kreppuni og hevur síðan verið ein partur av tilbúgvingini í Norðuritalia.

Stena RoRo er partur av svenska Stena-samtakinum, ið er eitt familjusamtak við trimum sjálvstøðugum feløgum, Stena AB Group, Stena Metall Group og Stena SessanGroup. Stena RoRo er leiðandi felag innan bæði góðs-og ferðafólkaflutning.