Ríkmaðurin Bloomberg váttar at hann vil vera forseti

Fyrrverandi borgarstjórin í New York og milliardingur hevur í dag boðað alemnt frá, at hann vil vera forsetavalevnið hjá Demokratunum til forsetavalið næsta ár.

Michael Bloomberg váttar í dag at hann vil gerast forsetavalevni hjá Demokratunum til forsetavalið næsta ár (Arkivfoto) - Foto: Yana Paskova/Ritzau Scanpix

Michael Bloomberg váttar í dag at hann vil gerast forsetavalevni hjá Demokratunum til forsetavalið næsta ár (Arkivfoto) - Foto: Yana Paskova/Ritzau Scanpix

Tað skrivar hann á Twitter.

– Eg stilli upp til forsetavalið fyri at vinna á Donald Trump og enduruppbyggja USA. Eg haldi, at mínar serligu royndir í handilslívinum, politikki og vælgerðararbeiði fara at hjálpa mær at vinna og leiða landið, skrivar Bloomberg.

Tað kemur ikki óvæntað, at Bloomberg stillar upp. Milliardingur hevur bílagt sjónvarpslýsingar fyri 33 milliónir krónur í bara eina viku. Lýsingarnar verða vístar á sjónvarpi í 99 býum í øllum landinum.

Teir fyrstu statirnir hava eisini havt evstamark fyri at koma á atkvøðuseðilin til undanvalini næsta ár. Her tryggjaði Bloomberg sær eisini í síðstu viku, at hann er á atkvøðuseðlinum í statunum Arkansas og Alabama.

Tað er tó greitt, at hann ikki verður á atkvøðuseðlinum í New Hampshire, sum er annar statur, sum hevur undanval.

 

/ritzau/

Michael Bloomberg váttar í dag at hann vil gerast forsetavalevni hjá Demokratunum til forsetavalið næsta ár (Arkivfoto) - Foto: Yana Paskova/Ritzau Scanpix