Ringasta valið hjá Labour síðani 1935

Labour við Jeremy Corbyn á odda stendur til at fáa færri sessir í Undirhúsinum enn hann hevur fingið síðani seinna heisbardaga.

Bretski arbeiðaraflokkurin Labour stendur til søguligan vallúsing á valinum til Undirhúsið í gjár.

Greitt er, at flokkurin fær lægsta tal av sessum í Undirhúsinum síðani 1935.

Nú 645 sessir er taldir av teimum 650 hevur Labour vunnið 203. Tað higartil ringasta Labour-úrslitið síðani seinna heimsbardaga var í 1983, tá flokkurin vekk 209 sessir í undirhúsinum.

##med2##

Tað undirstrikar hvussu stórur valósigurin hjá Labour er, sum hevur mist sessir, sum flokkurin hevur havt í ættarlið. Minst 18 sessir, sum síðani 1945 hava verið tryggir, er mistir.

Tildømis hevur flokkurin mist stríðið um plássið úr valdøminum Rother Valler, sum annars hevur valt Labour, síðani valdømið varð stovnað í 1918.

 

/ritzau/