Russiskt flogfar neyðlendi á einum kornakri

Eingin doyði, tá eitt flogfar við 233 fólkum umborð í dag mátti neðylenda á einum kornakuri í Russlandi.

Myndir: Handout / Reuters / Ritzau Scanpix

Myndir: Handout / Reuters / Ritzau Scanpix

Eitt flogfar í Russlandi neyðlendi í dag á einum kornakri uttan fyri Moskva, eftir at tað hevði flogið inn í ein másaflokk stutt eftir fráferð.

Tað upplýsa embætismenn.

##med2##

Eingin er deyður, og eingin fekk álvarsligan skaða. 23 fólk vórðu flutt á sjúkrahús við smærri snuddum, upplýsir russiska heilsumálaráðið. Teirra millum vóru níggju born.

Ural Airlines A 321 hevði 233 fólk umborð – 226 ferðafólk og manning, sum taldi sjey.

Flogið var á veg úr altjóða Zjukovskij-flogvøllinum í Moskva ímóti Simferopol-flogvøllinum á Krim hálvoynni.

##med3##

Flogfarið fleyg inn í másaflokkin beint eftir at tað var farið á flog. Tað skapti trupulleikar við motorunum.

Motorarnir slóknaðu, og lendingarhjólini vóru ikki úti, tá flogfarið neyðlendi. Tað upplýsir ein talsmaður fyri russisku flogferðslumyndugleikarnar.

##med4##

Russiska blaðið Komsomolskaya Pravda hevur longu kallað flogskiparan eina »hetju«, eftir at hann »meistarliga lendi flogfarið á einum kornakuri uttan lendingarhjól og uttan motorar«.

Hendingin verður samanborin við merkisverdu neyðlendingina á Hudson-ánni í New York í 2009.

Tá var tað ein samanstoytur við ein gásaflokk, sum gav flogfarinum trupulleikar við motorunum.

##med5##

Eitt ónevnt ferðafólk sigur við russiska ríkissjónvarpið, at flogfarið fór at rista ógvusliga stutt eftir fráferð.

– Fimm sekund seinni fór ljósið í høgru síðu í flogfarinum at blunka, og brendaroykur merktist. So lendu vit, og øll runnu, sigur ferðafólkið sambært tíðindastovuni Reuters.

 

/ritzau/Reuters

##med6##

##med7##

##med8##

Myndir: Handout / Reuters / Ritzau Scanpix

In-flight video of bird strike & emergency landing | Ural A321

Russia: Drone Captures Aftermath of Ural Airlines Airbus A321 Hard Landing in Moscow Region