Russiskur LGBT aktivistur myrdur

Yelena Grigoryeva var kend sum forsprákari fyri mannarættindum.

Yelena Grigoryeva varð handtikin í apríl mánaði fyri at mótmæla ólógliga. Mynd: Reuters

Yelena Grigoryeva varð handtikin í apríl mánaði fyri at mótmæla ólógliga. Mynd: Reuters


Sunnudagin varð kendi LGBT aktivisturin Yelena Grigoryeva funnin deyð í einum runni nærindis heimi sínum í Santa Pætursborg.

Hon var eftir øllum at døma blivin stungin fleiri ferðir, og eisini var hon blivin kvald.

Sambært russiskum miðlum, hevði 41 ára gamla Yelena Grigoryeva regluliga fingið deyðshóttanir, og fleiri ferðir hevði hon meldað hetta til løgregluna.

Í apríl mánaði varð Yelena Grigoryeva handtikin í sambandi við eina mótmælisgongu.

Hon var stríðskvinna fyri mannarættindum. Hon var ikki bara málamikil um rættindi teirra samkyndu. Eisini mótmælti hon millum annað, at Russland hertók ukrainsku hálvoynna Krim í 2014, og at russiskir fangar hava vánalig kor.

BBC skrivar, at løgreglan í Russlandi enn ikki kennir deyðsorsøkina. Eiheldur er staðfest, hvat elvdi til álopið.

Sambært bretska tíðindamiðlinum, var líknandi tilburður í fjør. Tá varð aktivisturin Konstantin Sinitsyn funnin deyður nærindis heimi sínum í Santa Pætursborg. Tá varð staðfest, at Konstantin Sinitsyn var deyður av løstum í høvdið í sambandi við eitt innbrot. Konstantin Sinitsyn fanst hvassliga at politikkinum hjá russisku stjórnini.  

Yelena Grigoryeva varð handtikin í apríl mánaði fyri at mótmæla ólógliga. Mynd: Reuters