Sálarhjálp til børn og ung

At ein skal sjálvur gjalda fyri at blíva frískur er grundleggjandi skeivt, líka mikið hvørja sjúku talan er um. Eg vil arbeiða fyri rættindunum hjá børnum og ungum til fyribyrgjandi sálarfrøðiligar samtalur.

Tað finnast menniskju, sum líða so mikið av angist, at hesi hætta sær ikki út úr egnum heimi. Allíkavæl skulu hesi sjálvi gjalda ein stóran part av teirra viðgerð. Hetta er ósømiligt fyri tann einstaka, og somuleiðis er hetta ósømiligt fyri okkara samfelag.

Fyri at fyribyrgja, at lættari heilsutrupulleikar í ungdómslívinum menna seg til álvarsligar sálarligar trupulleikar, við vanda fyri at ein støðgar upp á síni lívsleið, skulu børn og ung hava lættari atgongd til sálarfrøðiliga hjálp. 

Børn og ung ynskja ikki at blíva eitt mál hjá tí almenna, men tey mangla eitt stað at fara til, tá tey hava tørv á at tosa við onkran. Tí skal ungdómurin hava ómakaleysa atgongd til sálarfrøðiliga hjálp í nærumhvørvinum uttan at gjalda, áðrenn tey blíva so illa fyri og enda í psykiatriini.

Um vit seta inn í góðari tíð og taka okkum av sálarfrøðiligum avbjóðingum frá byrjan, so hevur tann einstaki vunnið nógv, og haraftrat fær samfelagið eina fíggjarliga langtíðarsparing.

Kristina Roest,

valevni fyri Javnaðarflokkin