Sambandsflokkur fær fjórðings millión fyri valúrslitið

Flokkarnir, sum stilla upp til fólkatingsvalið, fáa 33 krónur í stuðuli til politiska arbeiðið fyri hvørja atkvøðu. Sambandsflokkurin, sum gjørdist størsti flokkur, fær 242.517 krónur burtur úr fólkatingsvalinum í gjár.

Javnaðarflokkurin fekk næstflestar atkvøður og fær tí næsthægsta stuðulin. Sum skilst skal ein flokkur hava í minsta lagi 1.000 atkvøður fyri at fáa stuðul. Býtið av stuðlinum til flokkarnar sæst niðanfyri:

 

Fólkaflokkurin:

Flokkur

atkøður

kr í stuðli

Fólkaflokkurin

6.181

203.973 krónur

Sambandsflokkurin

7.349

242.517 krónur

Javnaðarflokkurin

6.630

218.970 krónur

Sjálvstýri

333

10.989 krónur

Tjóðveldi

4.830

159.390 krónur

Framsókn

639

21.087 krónur