Samd um kreppapakka í USA

Sambært embætismonnum í Hvítu Húsunum er semja um amerikanskan hjálparpakka.

Samráðingarfólk frá Trump-stjórnini og amerikanskir senatorar eru samd um ein búskaparligan hjálparpakka í USA, sum skal bøta ímóti avleiðingunum av koronakreppuni.

Tað upplýsir Erik Ueland, embætismaður í Hvítu Húsunum, sambært Reuters.

– Vit hava eina avtalu, sigur Eric Ueland sambært tíðindastovuni eftir at hava samráðst í fleiri dagar.

Roknað verður við, at hjálparpakkin verður upp á 2000 milliardir dollarar, men smálutirnir í avtaluni eru ikki klárir enn.

Pakkin er tvær ferðir seinastu dagrnar feldur í Senatinum.

/ritzau/