Samfelagsfak: Breið politisk undirtøka og játtan fylgdi við

Formaðurin í skúlaleiðarafelagnum Tom Joensen er úti við rívuni í tíðindinum hjá Kvf á middegi, tí eg sum landsstýriskvinna í mentamálum skal hava sett lærugreinina samfelagsfak í verk í fólkaskúlanum út frá privatum áhugamálum og uttan játtan.

Eg skal bara gera vart við, at samfelagsfak var ynski frá øllum flokkum í samgonguni og teirra ungmannafeløgum og varð felt niður í sjálvt samgonguskjalið og var sostatt eitt breitt politiskt ynski, ið eg sum landsstýriskvinna skuldi fremja í verki.

Lærugreinin byrjaði sum ein royndarverkætlan, tí broytingar í fólkaskúlalógini taka tíð og krevja drúgvar fyrireikingar, sum vit eisini framdu. Lógarbroytingarnar vórðu fyrireikaðar væl og virðiliga, bæði tvørpolitiskt og í samstarvi við eitt nú Lærarafelagið og Skúlaleiðarafelagið. Eisini varð tilfarð framleitt, námsætlan orðað og skeið fyriskipað fyri lærarum.

Harumframt kann eg upplýsa, at full játtan á 2 milliónir krónur varð latin til tveir tímar í samfelagsfak á hvørjum ári, fyrst til tveir tímar í 7. flokki, síðan til 8. flokk og til endans eisini til 9. flokk.

Og nú lærugreinin hevur virkað í trý ár er tað mín greiða fatan, at bæði lærarar og næmingar og foreldur eru væl nøgd við úrslitið.

So eg vil við hesum vísa aftur, at lærugreinin er stovnað út frá persónligum ella privatum áhugamálum ella at játtan er ikki latin til endamálið.

At onkur er misnøgdur við at føroyskur ungdómur nú eisini fær frálæru í samfelagsfaki, eins og í øllum øðrum norðurlondum, er sín sak.

Men eg vil ikki hava sitandi á mær, at eg sum landsstýriskvinna havi detailstýrt út frá egnum privatum áhugamálum ella ikki latið játtan til samfelagsfak.

Og at Kringvarpið ókristiskt heldur mikrofonini fyri slíkum ógrundaðum ákærum uttan at loyva mær framat at greiða frá, er eisini átaluvert – ikki minst nú valstríðið er í hæddini!

P.s. Annars eri eg púra samd, at landsstýrisfólk skulu aftra seg við at seta víðfevndar broytingar í verk í fólkaskúlanum í kunngerð, tá tær ikki eru viðgjørdar breitt í skúlaumhvørvinum og politiskt.

Vinarliga,
Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin