Illveðrið hetta vikuskiftið hevur stórar avleiðingar fyri samferðsluna. Á landi hevur Strandferðslan fyribils avlýst alla koyringina hjá Bygdaleiðum í dag og boðini eru, at koyrt verður eftir ferðaætlanini í morgin.
– Tað er eingin drift í morgun, tí skipini sigla ikki og bussarnir koyra ikki, sigur Marin Hentze Gaardlykke, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni.
Smyril og Teistin hava avlýst allar túrar í morgun og í dag, og teir fara ikki í sigling fyrr enn seint seinnapartin. Eingin sigling er til Fugloyar og Svínoyar og eisini Jósup, sum siglur upp á Nólsoynna, hevur fyribils avlýst alla sigling.
Strandferðslan sigur, at hjá Smyrli eru siglingarlíkindini góð, men at tað er ikki ráðiligt at manøvrera í Tórshavnar Havn í slíkum líkindum, sigur Marin Hentze Gaardlykke.
Sam ætlar at gera eina roynd at fara í Kallsoyna, og eydnast tað, verður siglt eftir ferðaætlanini.
Eisini flogfør eru seinkað. Eitt flogfar, sum skuldi lenda stutt eftir døgverða, er sett at lenda seint seinnapartin.
Tað verður ringt veður í dag, og hóast tað hæsar av eftir døgverða, verður tað framvegis nógvur vindur. Tað verður ikki fyrrenn í kvøld, at veðrið batnar av álvara og tá er mestsum øll koyring hjá Bygdaleiðum kortini av nú um vikuskiftið.