Samferðslan savnar nýggju Føroyar

Fjøll og sjógvur hava skilt okkum føroyingar sundur í øldir, og tí hevur stundum verið trupult at fáa felags stev millum ymsu økini í landinum.

Men Føroyar broytast skjótt nú. Úr Sørvági um Kollafjørð og Klaksvík til Viðareiðis er landfast, og við Eysturoyartunlinum verður uppaftur skjótari at flyta seg runt í hesum partinum av landinum.

Við Sandoyartunlinum kemur eitt stórt øki uppí aftrat, og frammi í tíðini eru útlit til, at Suðuroyggin og kanska eisini Skúvoy verða partur av sama øki.

Løgið kann viðhvørt vera at uppliva, at somu fólk, sum játta milliardir til at binda oyggjarnar saman, tala harðast fyri at varðveita skilnaðin millum oyggjar og fólk.

Sjálvandi skulu vit á tingi og í kommunum hugsa um, hvørjar fyrimunir vit kunnu fáa burturúr, at vit hava bygt samferðslukervið út fyri milliardir farnu hálvu øldina.

Tá teinarnir styttast, eiga kollektivu ferðslutilboðini at gerast smidligari og títtari, m.a. við nógv betri samskipan millum Bygdaleiðir og kommunalar ferðslutænastur, so til ber at búgva í Gøtu og ganga á listaskúla á Sandi.

Tá veksur eisini grundarlagið fyri kommunalum, vinnuligum og mentanarligum samstørvum , sum kunnu miða hægri enn tað, sum einstøk pláss í dag megna einsamøll.

Tann savning og íløga, vit hava gjørt í samferðslu innanlands, fer vónandi eisini at síggjast aftur í felags stevi úteftir. Tí vit hava átrokandi tørv á at fáa okkara sjálvstøðugu rødd í heiminum.

Betri samskipað ferðslutilboð minka eisini um dálking og trýstið á vegir, tunlar og náttúru. Hugsast má um hetta, tí ein veruleiki er, at eftirleipið at viðlíkahalda samferðslukervið er stórt. Vit skapa nógv nýtt, men røkja ikki nóg væl tað gamla.

Løgtingið eigur at semjast um eina langtíðarætlan fyri, hvussu eftirsleipið skal basast, tí vegir, tunlar og brýr mugu vera trygg, ikki minst nú fólkatalið bara økist, og ferðafólkini fjølgast.

Magni Arge, løgtingsmaður og valevnið hjá Tjóðveldi