Samskipan og samljóð í ferðavinnuna

Ferðavinnan var ein av fáum kyndlum, sum logaði í øllum myrkrinum fyrst í 1990’unum, tá øskukalt var nógvastaðni í landinum.

Sjálvur sat eg í Ferðaráði Føroya, tá vit ferðaðust landið runt fyri at birta upp undir dreymar og vónir um at menna ferðavinnuna í Føroyum.

Tá var langt eftir á mál, men í dag sær øðrvísi út. Sambandið við umheimin er títt og regluligt, og vit flyta okkum lættliga millum flestu oyggjar og bygdir við bili.

Føroyar eru ruddiliga komnar á heimskortið, ferðafólkini fjølgast alsamt, og dreymurin um at menna eitt búskaparligt bein aftrat at standa á er um at ganga út.

Vit áttu tí øll at fegnast, tí menningin hevur nógvar ágóðar við sær – nýggjar matstovur, forkunnugar upplivingar, fleiri størv, betri samband við umheimin, tjóðskaparligan stoltleika o.a.

Ymisk áhugamál

Men áhugamálini í sambandi við ferðavinnuna eru so ymisk, og umráðandi er tí, at tey, sum selja vøruna í útlondum, og øll hini, sum skulu taka ímóti ferðafólkunum, finna stevið.

Tann luturin varð niðurtónaður, tá øll megi varð løgd í marknaðarføringina. Hugsanin tóktist at vera, at bara vøkstur kundi menna vinnuna, og so mátti alt annað koma aftaná.

Men vaksandi ferðafólkatalið rann undan avbjóðingunum, sum fylgja við tílíkum vøkstri, og tí hava vit í dag avbjóðingar, sum mugu og skulu loysast skjótt.

Tað hjálpir ikki at demonisera bóndan í Saksun ella at finnast at fólkunum á Visit Faroe Islands. Tey røkja hvør sína uppgávu. Nýggj amboð krevjast at skapa eina betri javnvág í ferðavinnuni.

Økir sum tjóðargarðar

Leiðin at ganga er at gera vinnuna burðardygga, so hon eisini tekur atlit til náttúruna, umhvørvið og og mentanina. Vit fáa eisini eina nógv haldførari og blíðari ferðavinnu, um fleiri fáa lut í framburðinum í sambandi við t.d. gisting, útferðir og heimablídni.

Í Norðuronglandi hava tey skipað viðurskiftini í Lake District sum ein tjóðgarð. Lendið minnir um okkara, men tú sært nóg illa farvegin eftir ferðafólkini, hóast tvær milliónir fólk vitja økið árliga at uppliva m.a. vøtn, fjøll og viðarlundir.

Tey ganga eftir skipaðum gøtum út til ávís støð við serligum útsýni. Skalt tú út um rásirnar, skal ferðaleiðari við. Inntøkurnar eru stórar, men seyðahaldið og landbúnaðurin trívast eisini.

Væl ber til at skipa summi økir í Føroyar sum tjóðgarðar at verja náttúru, umhvørvi og landbúnað. Kommunur kunnu saman við bóndum og ognarum seta serskipanir í verk fyri hesi økir.

Sjálvandi mugu nøkur minstukrøv frá umhvørvismyndugleikum fylgja við um, hvussu økir og gøtur verða slóðað og hildin, hvør skal gera tað, og hvør skal fíggja.

Men upplagt er, at kommunur samskipa, bøndur ella hagaeigarar loysa uppgávuna, og at fíggingin er eitt ferðagjald, sum ferðafólkini gjalda.

Okkara tørvar samskipan nú, tí samskipan fer at skapa samljóð í ferðavinnuni.

Magni Arge, løtingsmaður og valevni fyri Tjóðveldi