Sandoyingar mugu bíða til næsta ár

Tvey stór tiltøk í Sandoynni í summar eru nú avlýst

Húsavík skuldi vera karmurin um tvey stór tiltøk í summar

Húsavík skuldi vera karmurin um tvey stór tiltøk í summar

Nú er avgerð tikin um, at hvørki sandoyarstevnan, ella djóradagur verða í Sandoynni í ár.

Ungmannafelagið Sólarris í Húsavík vísir á at tað krevur stóra fyrireiking at fyrireika stevnu á smáplássum, men undir vanligum umstøðum stendur heldur ikki á at fáa bygdafólkið at hjálpa til.

Men í ár er alt øðrvísi, nú vit berjast ímóti korona og í Sandoynni vænta tey ikki, at  tilmælini frá myndugleikunum í sambandi korona, fara at broytast stórvegis hesar næstu vikurnar. Og við tí óvissuni sum valdar, halda tey ikki, at tað er ráðiligt at fara undir eitt so stórt tiltak sum sandoyarstevnan er.

Tey sipa til tilmælini um at vit skulu vera minst tveir metrar frá hvørjum øðrum, og at vit ikki skulu vera meiri enn 10 fólk saman.

Tað eru ungmannafeløgini í Sandoynni, sum skiftast um at skipa fyri sandoyarstevnuni og í ár átti Ungmannafelagið Sólarris í Húsavík tørn at skipa fyri. Men nú avlýsa tey stevnuna, sum annars skuldi vera í døgunum frá 10. til 12. juli. Og tey siga, at hendan avgerðin er tikin í samráð við hini ungmannafeløgini í oynni.

Av somu orsøk er djóradagurin, sum eftir ætlan skuldi vera í Húsavík tann 30. mai eisini avlýstur, siga tey í ungmannafelagnum Sólarris

 

 

 

 

 

Húsavík skuldi vera karmurin um tvey stór tiltøk í summar