Savna pening at heiðra bjargingarmanni í mosku

OSLO: Privatfólk í Noreg hava savna fleiri enn 134.000 norskar krónur til teir persónarnar, sum tóku unga mannin á bóli, sum leygardagin leyp á moskuna Al-Noor Islamic Center í Noreg.

Løgreglan heldur, at tað er tann 21 ára gamli norðmaðurin Philips Manshaus, sum leygardagin leyp á moskuna í Bærum í Noreg. Mynd: Ritzau Scanpix

Løgreglan heldur, at tað er tann 21 ára gamli norðmaðurin Philips Manshaus, sum leygardagin leyp á moskuna í Bærum í Noreg. Mynd: Ritzau Scanpix

Tað skrivar norska tíðindastovan NTB.

Upphæddin, sum svarar til umleið 100.000 krónur í okkara peningini, er savna millum 660 gevarar.

Eftir álopið hava Mohamed Rafiq og Mohamed Iqbal verið fagnaðir fyri hetjudirvi, tá tað eydnaðist teimum at halda illgerðrarmanninum niðri í20 minuttir, til løgreglan kom á staðið.

Málið við innsavningini, sum fer fram á norsku tænastuni Splejs, er at senda teir báðar bjargingarmenninar á pílagrímsferð til Mekka.

Løgreglan heldur, at tað er tann 21 ára gamli norðmaðurin Philips Manshaus, sum leygardagin leyp á moskuna í Bærum.

 

/ritzau/

Løgreglan heldur, at tað er tann 21 ára gamli norðmaðurin Philips Manshaus, sum leygardagin leyp á moskuna í Bærum í Noreg. Mynd: Ritzau Scanpix