Sean Connery er deyður

Kendi sjónleikarin var 90 ára gamal, nú hann doyði

Ein av heimsins kendastu sjónleikarum er farin. BBC skrivar, at Sir Sean Connery er deyður 90 ára gamal. Sean Connery var skoti, ættaður úr Edinburgh. Hann var búsitandi á Bahamaoyggjum.

Sean Connery varð serliga kendur fyri at spæla James Bond í sjey filmum, men hann spældi eisini týðandi leiklutir í nógvum Hollywood stórfilmum – eitt nú »Indiana Jones and the Last Crusade«, »The Untouchables«, »The Rock«, »The Hunt for Red October« og fleiri.

Sean Connery vann fleiri heiðurslønir fyri sínar leiklutir, til dømis Oscar heiðursløn fyri leiklutin í filminum »The Untouchables«

Seinnu árini var Sean Connery ikki virkin sum filmssjónleikari.