Seinárin av kynsligum ágangi

 

Tað var sera hugstoytt at hoyra djørvu kvinnuna greiða frá hennara avbjóðingum í tíðindunum í kvøld.

 

Takk fyri at tú torir at varpa ljós á.

 

Tað er ein sannroynd, at kynsligur ágangur í barnaárunum kann elva til sver seinárin.

Eg hevði sjálv tann heiður at halda fyrilestur um júst hetta evnið á ráðstevnu hjá KRIS í Norðurlandahúsunum.

Søgan í kvf í kvøld vísti at dømdi maðurin fekk eitt ára treytaðan dóm og skuldi gjalda kvinnuni 15.000kr í endurgjaldi..... Júst nóg mikið til 18 ferðir hjá sálarfrøðingi?

Álvaratos? 18 ferðir hjá sálarfrøðingi! Kvinnan var eitt barn, 14 ár tá dómur fall... Tað sigur seg sjálvt, at tað krevjast væl fleiri tímar hjá sálarfrøðingi.

Erfaringin vísir at tað er ikki óvanligt at kvinnur fáa trupulleikar av seinárinum av kynsligum ágangi seinni í lívinum, tá tær sjálvar eru við barn. Hetta kann ávirka teirra viðgongu og føding. Men hvat ringast er, so kann tað ávirka teirra tilknýtið til barnið. Tí má og skal tað vera gjørligt at fáa hjálp eisini leingi eftir at ágangurin er framdur.

Sjálvandi eiga vit sum samfelag at bjóða hjálpina, men kanska áttu vit at hugt at tí, ið framdi ágangin. Kanska átti hann at goldið ein væl størri part av útreitslunum?

Tað haldi eg hevði verið bæði rætt og rímiligt.

 

Katrin Kallsberg

 

Tjóðveldi