Seks deyð og nógv fingið skaða í jarðskjálvta í Albania

Jarðskjálvti vestan fyri Tirana er máldur til 6,4, og sagt verður frá oyðing og offrum í fleiri býum.

Í minsta lagi seks fólk eru deyð, og óttast verður nú fyri, at fleiri hundrað hava fingið skaða í einum av ringastu jarðskjálvtum í Albania í mannaminni.

Sambært amerikanka jarðfrøðistovninum hevði skjálvtin eina styrki upp á 6,4. Og fleiri eftirskjálvtar hava síðani verið, sum hava verið máldir til 5,5.

Jarðskjáltin rakti harðast 30 kilometrar frá høvðusstaðnum Tirana ovarliga undir jarðskorpuni – í 10 kilometra dýpi.

Tvær kvinnur eru funnar deyðar undir húsaleivdum í bygdini Thumane.

Ein maður doyði, tá hann í sansaloysi leyp út av einum íbúðarbygningi, sum var um at detta sundur í Kurbin.

Tveir talsmenn fyri stjórnina siga, at størsti skaðin er í býnum Durres, sum liggur út ímóti Adriatarahavinum. Har vísa sjónvarpsmyndir fleiri bygningar, sum eru niðurdotnir, og trý fólk eru funnin deyð í húsaleivdunum.

Skjálvtin fekk ræðslusligin fólk í høvuðsstaðnum Tirana at flýggja út á gøturna á miðari nátt.

– Sløkkiliðsmenn og eindir frá herinum hjálptu íbúgvum, sum vóru gyrd í húsaleivdum, sigur talsmaður fyri verjuna.

Í fleiri økjum í høvuðsstaðnum var streymurin farin eftir skjálvtan.

Tað er aðru ferð í tveir mánaðir, at jarðskjálvti rakar Albania.

21. september vóru íbúðarhús heilt ella partvís løgd í oyði av jarðskjálvta, sum vísti 5,4 á Ricterstiganum.

Verðurmálaráðharrin í Tirana upplýsti í tí sambandinum, at talan var um harðasta jarðskjálvta í Albania í 30 ár.

Albania er sambært Eurostat fátækasta landið í Evropa við miðalinntøku upp á undir ein triðing av miðalinntøkuni í ES.

 

/ritzau/Reuters